Før Færø fest

Valby Musikkorps skipar fyri eini konsert í Valby sunnudagin 11. oktober í sambandi við eina ferð til Føroyar.

Sunnudagin 11. oktober kl. 19 hevur Valby Musikkorps konsert í hølum Frelsunarhersins í Valby. Konsertin ber heitið ?før Færø fest,? og kemst hetta av, at orkestrið seinni í mánaðinum skal luttaka í 85 ára haldinum fyri stovnan Frelsunarhersins í Føroyum. Orkestrið verður stjórnað av Erik Silfverberg, sum er ein kendur komponistur og hevur gjørt løg til nógvar sangir, sum verða nýttir í Frelsunarherinum.

 

Fyrireikararnar vóna, at nógvir føroyingar koma til konsertina. Adressan er Valby Langgade 83. Konsertin er ókeypis.