Tíðliga sunnumorgunin kom ein politibilur fram á ein bil, sum var farin útav vegnum vestan fyri Norðskálatunnilin.
Politistarnir sótu beinanvegin, at bilførarin varð ávirkaður, og hann varð fluttur á Klaksvíkar Sjúkrahús at taka blóðroynd.
Tað vísti seg, at bilførarin hevði ikki koyrikort og hevði heldur ongantíð havt nakað koyrikort.
Maðurin fær bót fyri at hava koyrt við ongum koyrikorti, og alt eftir hvussu høg promillan varð, verður hann eisini revsaður fyri tað.
Reglurnar fyri ungar bilførar eru, at tá ið teir eru millum 18 og 21 ára gamlir, skal minni til at missa koyrikortið. Tvey klipp, og kortið rýkur.
Hesin bilførarin kann tí vænta at skula bíða eina tíð, til hannkann taka koyrikort.