Beint sum Piddi var horvin, varð gitt, at hann var farin av landinum antin við Norrønu ella við flogfari.
Men tað var skjótt, at tann møguleikin kundi útilokast.
Eitt umboð fyri Smyril Line greiddi í rættinum í gjár frá teirra mannagongdum, sum tryggja, at vissa er fyri, hvørji fólk ferðast við skipinum.
At fólk onkuntíð sníkja seg umborð er ein onnur søga.
Ferðafólk skulu fyrst bíleggja ferðaseðil og gjalda fyri hann. Tá ið tey møta, skulu tey vísa fram goldnanan ferðaseðil, og um tað verður kravt, skulu tey vísa antin pass ella koyrikort.
Tey fáa eitt sonevnt lyklakort og eitt boardingkort, sum vaktin tekur ímóti.
Boardingkortini verða skannað, og 35 minuttir eftir fráferð veit skiparin, hvørji ferðafólk eru við. Tí sæst eisini, hvørji fólk ikki eru møtt.
Smyril Line kundi beinanvegin uypplýsa fyri politinum, at Piddi ikki fór við Norrønu 3. november.
Slatur hevur gingið um, at beiggi tann ákærda hevði verið í Føroyum fyri einum ári síðan. Nei, tað var hann ikki. Beiggin hevur ikki verið í Føroyum síðan 2009 upplýsti umboðrið fyri Smyril Line.