Seinastu 18 árini eru Sjóvinnubankin, Føroya Banki, Fossbankin og Eik Banki slopnir at renna seg um koll, hóast danska fíggjareftirlitið skuldi havt neyvt eftirlit við teimum. Eftir øllum at døma fer Fíggjareftirlitið einans til verka, tá bankarnir longu eru falnir, og virkar tí sum uppruddandi myndugleiki heldur enn fyribyrgjandi eftirlit.
Hetta má elva til sjálvrannsakan í politisku skipanini í Føroyum. Tá vit hava álit á at hava egna skattaumsiting og heilivágsframleiðslu, hví so ikki hava álit á at hava egið bankaeftirlit??
?Livir tú nóg leingi, verður tú kongur av Sviaríki, sigur eitt gamalt orðatak, og livir tú nóg leingi, upplivir tú við vissu eisini, at ein føroyskur banki fer á heysin, og at goragangur stendst av húsaganginum millum føroyskar og danskar myndugleikar. Tey, sum upplivdu bankakreppuna í 1992, høvdu ikki ímyndað sær, at tann orrustan skuldi endurtaka seg í bræði, tí av álvarsligum smeitum eiga øll jú at læra. Men hvørki føroyskir ella danskir myndugleikar lærdu nakað sum helst av kreppuni í 1992. Bara 18 ár seinni slapp Eik Banki at fara á heysin, og tá hann fór, vistu føroyskir myndugleikar akkurát líka lítið sum í 1992. Vórðu uppringdir eitt sunnukvøld við kravboðum um at seta pengar í Eik, tí Fíggjareftirlitið, sum skuldi fyribyrgt, at bankin slapp at renna seg um koll, fór at virka sum avpressari og uppruddari saman við Fíggjarligum Støðufesti.? ?Hvat er tað ikki býttisligt, at søgan skal sleppa at endurtaka seg á hendan hátt, og hvat er tað ikki óskiljandi, at politiska skipanin í Føroyum ferð eftir ferð setir seg í eina støðu, sum ikki bara er óvirðilig, men eisini púra óforsvarlig fyri land og fólk. Summi hava sagt, at kreppurnar stýra Føroyum, tí tá verða stórar avgerðir tiknar, og millum kreppurnar hendir so onki av týdningi. Pilkað verður í smámálum, og ongi yvirskipað mál verða loyst við tí í hyggju at tryggja landinum nøktandi skipanir. Men ofta hava kreppurnar heldur ikki við sær, at skipanir verða mentar at stýra landinum á nøktandi hátt, so borgararnir kunnu sleppa undan, at ókendir slipsamenn koma higar at hótta við at broyta karakter. Eftir 1992 tryggjaðu føroyskir politikarar sær jú als onki innlit í føroysk bankamál ella ávirkan á eftirlitið við bankunum. Alt slapp at liggja í andaleypi sum fyrr.? ?Uppruddarar og hartarar?Men hvussu hevur so danska fíggjareftirlitið, ið jú er máttmikil myndugleiki í Føroyum, roynst sum fyribyrgjandi eftirlit við føroysku bankunum? Serstakliga illa. Øll kenna bankahúsagangin í 1951, tá Sjóvinnubankin legði ov nógv egg í somu kurv og at enda fór av knóranum. Tað var so, hvat tað var, og tá í tíðini var ógvuliga nógvur politikkur í viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark, ikki minst tí Thorstein Petersen, formaður í Fólkaflokkinum, var stjóri í Sjóvinnubankanum. Men hvussu hevur verið í nýggjari tíð? Ja, Sjóvinnubankin og Føroya Banki sluppu at blæsa seg so nógv upp í 80'unum, at teir at enda koppaðu. At bankamálið ta ferðina menti seg til eina velduga uppgerð millum Føroyar og Danmark, var júst ein avleiðing av, at ábyrgdin var ikki á føroyskum hondum, at føroyingar kendu seg forsmáddar og hildnar uttanfyri, meðan danskir myndugleikar høvdu valdið og virkaðu sum formanandi uppruddarar og niðurlátandi yvirvøld.? ?Vit minnast jú, at danska fíggjareftirlitið eisini var myndugleikin, sum syrgdi fyri, at Fossbankin varð latin aftur. Seinni kom fram, at bankin helst als ikki var insolventur. Men hvør mótmælti? Ógvuliga fá. Vit hava deponerað allan avgerðarrætt í bankamálum til fólk, sum als ikki hava kenslur, skil ella áhuga fyri føroyskum samfelagslívi, og tí er lag á manni uttan ábyrgdarkenslu fyri føroyskum borgarum at sita í Keypmannahavn og hála stikkið úr føroyskum bankum, eisini tá teir ikki eru insolventir. Í september 2010 sóu vit so enn eitt dømi um ta meiningsleysu støðu, vit eru í. Danski myndugleikin hálaði stikkið úr Eik Banka, helt uppá, at ongin kundi keypa føroyska partin burtur úr samtakinum, og setti seg at hótta allar føroyingar við báli og brandi. Hvar var eftirlitið, tá leiðslan í Eik skuldi setast upp á pláss, so støðan kundi verið fyribyrgd? Ongin veit, og ongin spyr, tí vit kíka øllum, sum danskir myndugleikar og serliga Jørn Astrup Hansen siga. Gneggja av fagnaði um retorisku gávurnar. ? ?Føroyskir serfrøðingar?Í mangar mátar eru vit føroyingar eitt merkiliga sjálvpínandi fólkaslag, ið drítur illa í egið reiður. Ímynda vit okkum, at eftirlitið við Eik var føroyskt, so er neyvan nakar ivi um, at øll tíðindi í øllum miðlum høvdu verið sprenfull av atfinnandi innsløgum og greinum um, hvussu vánaligt tað var, at føroyska eftirlitið ikki fyribyrgdi húsaganginum. Hygg bara at, hvussu Skráseting Føroya er viðfarin í sambandi við Eik-grunnin. Men hvør hevur nakrantíð sett danska fíggjareftirlitinum ein kritiskan spurning um forsømda eftirlitið við Eik? Ikki eitt menniskja. Og hví? Er tað ikki loyvt at føra fram kritikk, tá myndugleikin er danskur? Tað er tað sjálvandi. Veruleikin er, at tey einastu, sum við hollari vitan um bankarnar sjálvar, føroyska samfelagið og viðbreknið í føroyska búskapinum kunnu hava eitt nøktandi eftirlit við bankunum, eru føroyingar sjálvir. Føroyingar kenna søgunnar mistøk á egnum kroppi og kunnu tí seta fíggjarmarknaðinum tey krøv, ið setast skulu at fyribyrgja, at søgan endurtekur seg. ? ?Summi siga, at tílíkum eftirliti hava føroyingar ikki skil fyri, tí hetta duga bara danskarar og klókir menn í stórum londum. Sovorðið søgdu føroyingar ivaleyst eisini, áðrenn teir fingu egna skattaumsiting. Men í dag líta vit væl og virðiliga á, at TAKS tekur akkurát so nógvan skatt, sum loyvt er at taka av okkara lønum. Vit líta eisini á, at okkara apoteksverk framleiðir heilivág, sum er forsvarligur at taka, og at føroyska eftirlitið við matvørum, alivinnu og umvhørvi er í lagi. Um vit líta á alt hetta, hví skulu vit so ikki eisini kunna líta á, at 8-10 fólk í einum føroyskum fíggjareftirliti knýtt at t.d. Landsbankanum duga at ansa eftir fýra smáum bankum? Tílíkt eftirlit er ikki rakettvísind, og tað er heldur ikki so fløkt at fáast við banka, at føroysk bankafólk ikki sjálv megna at stýra øllum bankaskipanum frá ovast til niðast. Hví skulu vit so ikki duga at hava eftirlit við bankunum eisini? Ongin kennir betur enn føroyingar váðarnar, ið føroyskir bankar hava, hvørjum umstøðum teir virka í, og hvørji politisk krøv tí skulu setast teimum. Men higartil hevur politiska skipanin ikki hildið hetta. Hon hevur als ikki torað at hugsað tankan.? ?Fordómar og avmakt?Jørn Astrup Hansen hevur sagt við Børsen, segði ein journalistur á Børsen við útvarpið, at tað er ikki fyri børn at reka banka í Føroyum, tí fiskivinnan er so váðafull vinna at fíggja. Hugsar hann um Fiskavirking, so var tað bara ein skeiv bankaavgerð, at Eik yvirtók felagið frá Kaupthing. Bankin kundi bara latið vera. Annars er hendan útsøgnin um fiskivinnuna ein fordómur, ið ikki heldur meira. Um Børsen og danska fíggjareftirlitið hyggja at útlánssamansetingini hjá BankNordik, ið fleiri ferðir hevur verið løgd fram alment, síggja tey, at útlán til fiskivinnuna umboða 5 prosent. Nógv tey flestu útlánini annars eru trygg útlán til sethúsaeigarar og støðugari vinnur enn føroysku fiskivinnuna. Men vit verða hildin føst í hesi skeivu fatan, at føroyskir bankar eru ússaligir, tí føroyskir tíðindamenn ringja til ein óvitandi danskan journalist at spyrja, hvat Jørn Astrup Hansen hevur sagt um fiskivinnu og bankar. Hvat við at lesa roknskapirnar í staðin? Nei, nei. Vit lata onnur hugsa fyri okkum, lat onnur hava eftirlitið og lata onnur útleggja veruleikan.? ?Men skal hetta halda fram? Havi bara hug at seta spurningin, tí tað kann rætt og slætt ikki passa, at tá bankakreppur taka seg upp, so skulu vit morgun og kvøld hoyra ein avmaktaðan føroyskan fíggjarmálaráðharra vísa á, at hann hevur verið á fundi við ein danskan ráðharra og fingið ov lítið at vita. Áh dú, tað er synd. Men hann hevur altso sjálvur skyldina í hesum, tí hann hevur ikki ment nakra skipan, sum ger, at hann altíð er fult og heilt upplýstur. Tað kann heldur ikki vera rætt, eins og Jørgen Niclasen hevur víst á, at frekir danskir uppruddarar skulu hótta føroyskar myndugleikar fýra ferðir í fýra mánaðir eftir pengum til ein neyðlíðandi banka. Og tað kann so als ikki passa, at sambandspolitikarar eins og á einum jublandi vekingarmøti í samskipaðum lesarabrøvum skulu meina í álvara, at tað heila er bara ok. Tað er tað ikki, og nú er stundin altso komin at tryggja, at Føroyar fáa nøktandi eftirlit við bankunum - fyri at tryggja føroyska samfelagið ímóti fleiri hóttaføllum.