Fýra bilførarar fingu átalu

Støðan var góð tá ið løgreglan kannaði ferðsluna

Í nátt var løgreglan á ferð við ferðmátaranum at kanna, hvussu skjótt bilar koyrdu. Tey kannaðu ferðsluna í bygdum øki á tveimum støðum, á Glyvrum og við Gøtugjógv.

Fleiri bilar vórðu kannaðir, men eingin av teimum koyrdu ov skjótt. Í sama viðfangi gjørdi løgreglan eisini grein 13 kanningar, har tey kannaðu bilarnar fyri at vita um dekk, lyktir, og annað,var eftir forskriftunum.

Men heldur ikki í tí sambandi var nógv at finnast at. Løgreglan sigur, at tríggir bilførarar fingu átalu, tí teir høvdu ikki koyrikortið uppi á sær og ein bilførari fekk eisini átalu tí at peran í nummarplátuljósinum var brostin.