Fýra bjóða seg fram til nevndina

Nevndarval verður í Starvsmannafelagnum í mars

Tað er stórur áhugi fyri at sleppa í nevndina í Starvsmannafelagnum. Á aðalfundi felagsins, sum verður 4. mars, eru tað fýra, sum bjóða seg fram til teir báðar nevndarsessirnar, sum skulu mannast. Tað skrivar heimasíðan hjá Starvsmannafelagnum.

 

Tey fýra eru Alma Hansen, Bjørg Jacobsen, Rúni Lisberg og Svend Åge Seloy.

 

Nevndarlimirnar í Starvsmannafelagnum verða valdi í trý ár í senn.

 

Starvsmannafelagið er fakfelag hjá starvsfólkum, ið starvast hjá tí almenna í Føroyum. Tað er íroknað bæði land og kommunur. Eisini kommunalir felagsskapir sum SEV og almenn partafeløg sum Posta og Føroya Tele. Starvsmannafelagið telur umleið 2000 limir.