Fýra av teimum fimm dystunum í 10. umfarinum av Formula-deildini verða spældir í dag.
Á Sandi hittast botnur og toppur, tá HB kemur á vitjan hjá B71. Vinnur HB dystin, kunnu teir minka munin fram til EB/Streym niður í tvey stig. Sandoyingar hava hinvegin alstóran tørv á stigum, skulu teir stríða seg úr botninum.
Í Fuglafirði kemur NSÍ á vitjan hjá ÍF. Bæði liðini eru partur av stóra miðfeltinum, og tí ræður nú um at fáa stig hjá teimum. Samstundis er hetta ein endurtøka av nógv umtalaðu uppgerðini í Runavík, sum endaði við at kosta ÍF fýra daga leikbann.
Í Havn vitjar Víkingur hjá B36, sum veruliga kann styrkja sína støðu á triðja plássinum. Og seinasti dysturin er í Klaksvík, har KÍ tekur ímóti Skála á norðoyastevnu.