Finska løgreglan sigur í morgun, at ein trý børn og pápi teirra eru funnin deyð í Påmark í Satakunta, sum er í útsynningspartinum av landinum. Løgreglan váttar fyri finsku tíðindastovuni FNB, at tey eru skotin.
Løgreglan varð boðsend um hálvum áttatíðina í gjárkvøldið, og løgreglan sigur, at hon fer at koma við nærri upplýsingum seinni í dag.