Fýra húsanummur í Múla

Hvannasunds kommuna hevur nú fingið veganøvn og húsanummur.
Av hesi orsøk er eisini staðfest, at í Múla eru fýra hús, sum í dag hava hvør sítt húsanummar.

Ikki óvæntað verður tann átta kilometrar langi vegurin úr Norðdepli og norður til Múla kallaður Múlavegur.
Líka so vist er tað, at vegurin frá tunnilsmunnanum, tvørtur um brúnna um Hvannasund og inn móti bygdini Hvannasund eitur Hvannasundsvegur.
Umframt hesi nøvnini eru fleiri onnur nøvn í teimum fimm bygdunum í kommununi, nevniliga Hvannasund, Norðtoftir, Depil, Norðdepil og Múli.
Frammanundan góðkenningini av nøvnunum hevur málið verið til viðgerð í kommununi.
Mikudagin í farnu viku komu so boðini um, at tey vórðu góðkend og løgd út á heimasíðuna hjá Matrikulstovuni.

Oyðsla við numrum
Tað hevur gingið væl at fáa tær ymisku kommunurnar kring landið at fáa bæði gøtunøvn og nummur til tey einstøku húsini.
Frá myndugleikanna síðu og frá Matrikulstovuni hevur verið gjørt eitt miðvíst arbeiði at fáa hetta málið loyst kring alt landið.
Høvuðsendamálið við at hava allar hesar adressurnar er, at tað skal vera bæði lætt og skjótt at finna vegin fram um hetta gjørdist bráðneyðugt.
Her kann t.d. verða talan um sjúkrabil, brandbil og løgreglu, men eisini hjá lækna, hýruvognum og vanligum fólki.
- Høvuðsendamálið hevur sostatt ikki verið at varðveita gomul staðanøvn. Hetta kemur í aðru røð, sigur Matrikulstovan.
Lagt verður tí aftrat, at ein eigur at vera sparin við veganøvnum, men at ein eigur heldur at vera meiri oyðslutur, tá talan er um húsanumrini.