Klaksvík:
Massasjan, sum tær fýra nú eru farnar í holt við, kallast stólamassasja. Hetta er ein øðrvísi massasja enn tað, sum ein vanliga kennir. Tí her er talan um eina massasju, har ein situr í einum serligum stóli og verður masseraður um ryggin niður til lendarnar, nakkan og høvdið og armarnar, hendurnar og fingrarnar.
Hetta kvøldið, tá Sosialurin tosar við tær, eru tær staddar á matstovuni Hereford, tí tær júst hava lokið próvtøkuna. Tær sita og hugna sær, meðan tær greiða frá, hvussu alt hetta byrjaði.
Tær hoyrdu um hesa massasjuna og teknaðu seg so til eitt skeið, sum var her í Føroyum í desember í fjør. Síðani tað hava tær vant nógv. Treytin fyri at fáa prógvið sum stólamassøsur eru 100 skjalprógvaðar massasjur umframt skeiði sjálvt.
Fyri at kunna luttaka á einum tílíkum skeiði, skal ein kenna musklarnar frammanundan. Tríggjar av teimum eru massøsar og ein er zoneterapeutur.. Tær hava verið á fleiri stovnum og fyritøkum og roynt hetta. Og tær hava ikki fingið annað enn positiv aftursvar.
? Øllum dámar tað, sigur Eydna, og hinar nikka samtykkjandi.
Mitt í øllum sigur Eghild, at nú er stólurin komin. Hon hevur ringt eftir honum, og áðrenn ein veit av, so hava tær sett stólin upp í gongini í Hereford, og har verður blaðkvinnan masserað. Eri ikki ein av teimum, sum dámar massasju so væl, so eg hugsi við mær sjálvari, at tað verður torført at skriva um. Men henda massasjan ger eitt hvørt annaðleiðis við kroppin. Ein slappar fullkomuliga av, og ilt fær ein ikki, hóast massørurin finnur trykkpunkt allastaðni á rygginum og ørmunum. Men ein merkir sanniliga, hvar tey eymu støðini sita.
? Við nøkrum massasjum, so skuldi hetta verið burtur, sigur Laura, meðan hon masserar. Hetta er uttan iva ein tann besta massasjan, sum ein kann fáa, tá ein ikki flytur seg so nógv gjøgnum ein arbeiðsdag. Tey, ið sita á skrivstovu ella standa á virkjum, høvdu havt gott av hesum. Púra vist.
Prátið gongur dúgliga millum tær, meðan Laura masserar.
Slappar hon nú av? Situr hon rætt? Og so framvegis. Men eg merki ikki nakað annað enn bara, hvussu betur og betur eg verði fyri.
Eydna Dragaberg greiðir frá, at tær serliga fara at miða í móti at fáa fyritøkur at veita starvsfólkum teirra hesa tænastuna. Tí hetta er ein flytibar tænasta, har tær kunnu koma til fyritøkuna við stólinum, og so kunnu starvsfólk fáa massasjuna, sum varðar í umleið eitt korter.
? Hetta er ikki viðgerð í sjálvum sær, men heldur talan um fyribyrging, leggja tær allar dent á.
Hetta slagið av massasju hevur vundið meira og meira upp á seg í Danmark. Og fyritøkur hava merkt eina munandi niðurgongd av sjúkradøgum hjá starvsfólkunum. Heilt upp í 25 % færri sjúkradagar hjá summum fyritøkum.
Men tað er sjálvandi ikki bara til fyritøkur. Einstaklingar kunnu eisini bíleggja sær massasju.
? Hetta er ein massasja, har tú verður masseraður sum tú er - bara sitandi í staðin fyri liggjandi. Sum tú er, har meini eg við, at ein er í klæðum, sigur Eydna og leggur afturat, at tað at skula úr klæðunum helst ofta hevur hildið fólki aftur í at biðja um massasju.
Eydna og hinar tríggjar hava stórar ætlanir hesum viðvíkjandi. Tær siga, at um tað verður eftirspurningur aðrastaðni frá, so fara tær at ferðast kring landið við hesum.
Tá massasjan er av, verður takkað fyri frá báðum pørtum. Tær fara uppaftur at fáa sær kaffi omaná, meðan eg fari so væl fyri útaftur í sirmið við tankanum um, at hesar fýra hava við teirra skeiði ognað sær gyltar hendur, sum uttan iva fara at hjálpa mongum fólkum framyvir.