Í ár verður helst 32 ára gamli Gunnar á Steig millum stengurnar, tá EB/Streymur spælir altjóða fótbólt, og 38 ára gamli Bjarni Johansen verður eykamálverji, tí 29 ára gamli Rene Tórgarð er skaddur og ikki kemur fyri seg enn á sinni.
Í fjør var tað René Tórgarð, ið vardi málið í dystunum ímóti Manchester City, meðan tá 34 ára gamli Bárður Johannesen var eykamálverji, tí Gunnar á Steig var skaddur.
Við øðrum orðum hevur felagsliðið úr Sundalagnum havt fýra ymsar málverjar í hópinum til fýra altjóða dystir.
Gunnar við altjóða royndum
Bjarni Johansen hevur ongantíð vart málið hjá EB/Streymi, meðan Gunnar á Steig ongantíð áður hevur spælt ein altjóða dyst fyri EB/Streym. Hinvegin er hann ikki óroyndur, tá tað kemur til altjóða fótbólt.
Í 1995 vardi hann málið, tá KÍ vann 3-2 á heimavølli ímóti ísraelska Macabi Haifa. Og í 1997 vardi hann málið fyri KÍ í dystunum ímóti ungarska liðnum Ujpesti.
Hvussu verður og ikki týsdagin, so verður tað í øllum førum talan um altjóða debut fyri EB/Streym, líkamikið um tað verður Gunnar á Steig ella Bjarni Johansen, ið verjur málið.
Bjarni ikki í toppform
Leygardagin fer Bjarni Johansen at venja við EB/Streymi fyri fyrstu ferð, og mánadagin venur hann við aftur. Við øðrum er talan um tvær venjingar, sum 38 ára gamli málverjin luttekur í, áðrenn hann skal vera partur av hópinum hjá felagsliðnum úr Sundalagnum, sum skal spæla altjóða dyst á Tórsvølli týsdagin 14. juli ímóti kypriotiska liðnum Apoel FC.
– Eg eri ikki í toppform, men havi av mínum eintingum vant seinastu 14 dagarnar, uttan at hava verið í samband við EB/Streym um hetta, sigur Bjarni Johansen, tá hann verður spurdur um, hvussu hann er fyri.
Seinast Bjarni Johansen stóð í málinum, var í dysti í oktober í fjør, tá hann vardi málið hjá VB/Sumba í 1. deild. Nú gleðist hann um at sleppa at hjálpa EB/Streymi, sum hevur vantað ein eyka málverja í langa tíð, tí René Tórgarð er skaddur og kemur ikki fyri seg enn á sinni.
Eingin Vatnhamar
Tað ljóðaði annars, at EB/Streymur hevði eitt gott eyga á Tróndi Vatnhamar, og ynskti at knýta hann at hópinum til altjóða dystir felagsins. Rólant Højsted, formaður í EB/Streymi váttaði fyri Portalinum, at teir høvdu verið í samband við Trónd Vatnhamar. Samstundis váttaði Bárður Olsen, at B36 hevði verið í samband við seg. Nú er tó greitt, at tað ikki verður talan um eitt leikarabýti millum B36 og EB/Streymi í so máta.
Tveir dystir fyrst
Suðuroyarportalurin skrivaði í gjár, at avtalan hjá Bjarna Johansen við EB/Streym í fyrstu atløgu snýr seg um teir báðar altjóða dystirnar, sum vera á Tórsvølli 14. juli og í Nicosia á Kypros tann 21. juli.
Greitt er tó, at EB/Streymur vantar ein málverja til uppgávurnar eftir altjóða dystirnar, tí René Tórgarð segði við Sosialin í gjár, at hann neyvan kemur á vøllin aftur í ár.
Myndatekstur: