Løgreglan hevur tikið fýra mans, sum eru ávikavist 23, 24, 28 og 46 ára gamlir. Menninir eru tiknir í Føroyum og í Danmark og løgreglan sigur, at teir verða allir skuldsettir fyri brot á revsilógina um at smugla rúsevni og fyri at hava rænt ein persón í Føroyum.
Løgreglan sigur, at teir verða allir førdir fyri rættin seinni í dag við tí endamálið at fáa teir varðhaldsfongslaðar. Men í sambandi við tær framhaldandi kanningarnar í málinum, hevur løgreglan fyribils ikki fleiri viðmerkingar.