Fýra nýggj met til Elspu

Elspa Mørkøre úr Fuglafjarðar Svimjifelag seti fýra nýggj met um vikuskiftið. Eisini vórðu tvey bólkamet sett

svimjing

Tað tykist ikki valda nakar ivi um, at eitt tað mest spennandi føroyska svimjinavnið í løtuni er Elspa Mørkøre úr Gøtu.
Hon hevur longu fleiri ferðir í vetur sett nýggj met, og nú stórkapping varð hildin í Leirvík og Klaksvík, komu enn fýra av slagnum. Hesaferð vórðu metini í 100m blandað við tíðini 1.09.92, 100m rygg við tíðini 1.07.98, eisini setti hon nýtt met í 200m frí við tíðini 2.13.93 og í 200m blandað við tíðini 2.30.19.
Eisini Kári J. á Høvdanum, sum somuleiðis svimur fyri Fuglafjarðar Svimjifelag, setti nýggj bólkamet. Í bólki 4 svam hann 50m rygg við tíðini 0.30.75 og í 100m rygg hevði hann tíðina 1.04.66.

Annars verður sagt, at luttøkan til kappingina var stór. Einir 150 svimjarar úr Tvøroyrar Svimjifelag, Vágs Svimjifelag, Havnar Svimjifelag, Flot, Skeggjar, Reki, Fuglafjarðar Svimjifelag og Ægir tóku lut.
Kappingin er annars býtt nakað øðrvísi, enn vit vanliga kenna tað í Føroyum. Talan er nevnliga um sokallaðar norðurlendskar bólkar, og eru luttakandi svimjararnir flokkaðir soleiðis:
Kvinnur: Bólk 2 árg 93-95 Bólk 1 árg 91-92 Junior árg 89-90 Senior árg 88 og eldri
Menn: Bólk 2 árg 91-93 Bólk 1 árg 89-90 Junior árg 87-88 Senior árg 86 og eldri
Samanlagt gjørdi Fuglafjarðar Svimjifelag størsta hálið. Tey vunnu ikki færri enn 54 gullmerkir. Samlaða býtið av heiðursmerkjum varð annars hetta:

GullSilvurBronsa
1FS54219
2HS473330
3Flot192216
4TS19168
5Ægir19165
6VS5712
7Skeggjar31113
8Reki036