Hetta er tíðin, tá ið nógvar nýggjar bøkur koma á marknaðin. Heldur ikki í ár er nakað undantak í so máta, og nú hevur Bókadeild Føroya Lærarafelags útgivið ikki minni enn fýra barnabøkur.
Aladdin á fyrsta sinni á føroyskum
Bókin um glitrandi, skróvandi talbólkina hjá Malju er ein upplivingarbók til tey smáu. Øll børn, sum eru góð við Malju, fara at gleðast um hesa litføgru talbókina. Bókin er best egnað til tey 2-3 ára gomlu, hon kostar 80 krónur í bókabúðunum. Tað er Niels Jákup Thomsen, sum hevur týtt úr enskum.
Jólini hjá Flekk er fitt bók til tey heilt smáu. Hon hevur litfagrar myndir og er prentað á haldgott papp. Hon kostar 50 krónur í bókabúðunum, og tað er Eyðna Magnussen, ið hevur týtt úr enskum.
Bókin ein hundur, ein ketta og ein mús er fyrsta royndin hjá Bárði Jákupssyni sum barnabókahøvundur. Bárður hevur í mong ár teknað til barnabøkur, men hesaferð eigur hann so eisini orðini. Bókin er væl egnað til tey 4-7 ára gomlu og kostar 95 krónur í bókabúðunum.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er klassiska ævintýrið um Aladdin og gandalampuna týtt til føroyskt. Tað er Gunnar Hoydal, ið hevur týtt. Bókin er í serstakliga vakrari útgávu. Hon er 68 síður til støddar, sera vakurt innbundin og kostar 150 krónur í bókabúðunum.