Fýra oljufeløg skrivstovu í Havn

Fýra oljufeløg lata nú upp skrivstovu í Havn. Tey eru Amerada Hess, Dong, Lasmo og Norsk Hydro

Jan Müller


Fyrsta útlendska oljusamtakið letur nú upp egna skrivstovu í Føroyum. Talan er um ?The Faroes Partnership?, ið fevnir um oljufeløgini Amerada Hess, Lasmo, Dong og Norsk Hydro. Tað er í sambandi við fyristandandi útbjóðingarumfarinum á føroyska landgrunninum, at feløgini hava gjørt av at lata upp skrivstovu í Havn. Har skulu í fyrsta umfari koma teir báðir føroyingarnir Johan Mortensen og Ben Arabo at arbeiða á skrivstovuni. Men so við og við er ætlanin at seta fleiri fólk.

Johan Mortensen, umboðsmaður fyri Amerada Hess sigur, at teir hava valt at lata skrivstovu upp fyri betur at kunna skipa virksemið umframt at kunna veita útgerð og tilfar til starvsfólk og viðskiftafólk, sum koma at verða knýtt at frálandavinnuna her um leiðir.

-Vit eru ógvuliga fegnir um, at vit nú eisini hava fingið ein fastan bústað í Føroyum. Hetta er fyrst og fremst ein staðfesting av, at Føroyar eru frammaliga í okkara ætlanum. Tað er eisini út frá einum praktiskum sjónarmiði, at vit vilja vera her á staðnum fyri at fyrireika umsitingina av leitivirksemi á føroyskum øki sigur Johan Mortensen.

Ætlanin er at skipa fyri móttøku í nýggju hølunum í Hanusargøtu 2 í Havn fríggjadagin. Tað verður so Francis Gugen, sum er Executive Vice President fyri Norður-vestureuropa í Amerada Hess, við.

Tey umrøddu fýra oljufeløgini, sum hava gjørt rættiliga nógv burtur úr kanningum á føroyskum øki, eru tað fyrsta oljusamtakið, sum festir røtur í Føroyum. Frammanundan hevur norska oljufelagið Saga latið upp skrivstovu í Havn. Tað felagið er í løtuni í samráðingum við tvey onnur feløg um samstarv.

Tað er neyvan ov nógv sagt, at nú fyrsta oljusamtakið hevur fingið høli í býnum, er skjøtil settur á ein útvikling, sum kanska fá í Føroyum í dag duga at ímynda sær. Sohvørt nærkast 1. útbjóðing her heima, fara fleiri og fleiri oljufeløg at seta seg niður her. Tað fer at hava nakað av virksemi við sær, og tað fer so eisini at geva arbeiði til nøkur fólk.

Tey fýra oljufeløgini, sum nú lata upp skrivstovu í Føroyum, hava annars lagt seg eftir at seta føroyingar í starv. Higartil hevur Amerada Hess sett tveir føroyingar í fast starv og aðrar í tíðaravmarkað størv. Lasmo, Dong og Norsk Hydro hava ella ætla sær at seta føroyingar í sokallað traineestørv, tvs. at serstakliga føroyingar undir útbúgving sleppa at snodda til hesa nýggju vinnuna í nakrar mánaðir.