Fólkaatkvøðan
Magnus Dam, Keypmannahavn
Boðini frá danska forsætisráðharranum eftir hálvan annan tíma langa fundin við Føroyanevndina í gjár ? týsdagin kl 13 ? eru greið. Antin verður samráðst um eina loysn innan fyri ríkisfelagsskapin ella um fullveldi.
Nýggi leisturin hjá landsstýrinum verður av donsku stjórnini fataður sum ein fullveldisleistur, og fólkaatkvøðan 26. mai verður fatað sum ein fólkaatkvøða um loysing. Tí heldur danska stjórnin fast við, at skiftistíðin ikki verður longur enn fýra ár. Hetta er sama útmelding, sum stjórnin kom við eftir fyrsta samráðingarfundin í mars í fjør.
Poul Nyrup Rasmussen ger púra greitt, at danska stjórnin fer at virða fólkaatkvøðuna og úrslitið av henni.
? Vit kenna okkum hinvegin noydd at siga Føroya fólki, hvørji grundsjónarmið okkara eru. Verður úrslitið »ja«, so fara stjórnin og Fólkatingið at vera til reiðar at samráðast við landsstýrið um at broyta heimastýrislógina, so landsstýrið stigvíst kann yvirtaka málsøkini, sum tað ynskir at yvirtaka, sigur Poul Nyrup Rasmussen.
? Vit halda eisini, at tað er rætt at gera vart við, at vit meta fólkaatkvøðuna snúgva seg de facto um loysing, eins og fyrsta samráðingaruppleggið frá landsstýrinum.
? Okkara samráðingargrundarlag, sum er ófrávíkiligt, er ein skiftistíð upp á fýra ár, ger danski forsætisráðharrin greitt.
Poul Nyrup Rasmussen segði, at breið semja er í Fólkatinginum um donsku útmeldingina.
Um føroyingar atkvøða »nei«, so er stjórnin somuleiðis sinnað at endurskoða heimastýrislógina ella at samráðast um nýggja sjálvstýrisskipan.
Danski forsætisráðharrin er ikki samdur við landsstýrinum í, at hetta ikki beinleiðis er ein fólkaatkvøða um loysing.
Óli Breckmann uppfatar danska útspælið sum at føroyingar nú verða tveittir út úr ríkisfelagsskapinum.