Í dag er ein serligur dagur í Kringvarpi Føroya. Fýra av starvsfólkunum kunnu nevniliga í dag hátíðarhalda rundan og hálvrundan starvsdag.
Kári Olsen og Katrin Streymoy hava bæði tvey 30 ára starvsdag.
Johnsigurd Johannesen hevur 40 ára starvsdag, og Sigrún Brend hevur 25 ára starvsdag.
Kringvarpið skrivar á facebookvanga sínum, at tað var ein hátíðarløta í dag. Trúgvu starvsfólkini fingu blómutyssi handað, sum sæst á myndini omanfyri.