Fýra vikur afturat fyri øksaálopið

Teir báðir menninir, sum eru skuldsettir fyri at hava lopið á ein annan við øks á Íslandsvegnum møttu aftur í rættinum í morgun.

Teir báðir menninir, sum vóru varðhaldsfongslaðir í samband við ógvusliga harðskapsmálið á Íslandsvegnum, har ein maður varð álopin við øks, knívi og gággara, sita enn í varðhaldi.

 

Í morgin var rættarfundur í málinum, og avgjørt var, at teir báðir skulu sita varðhaldsfongslaðir í fýra vikur afturat. Hetta er fyri at geva løgregluni frið at gera fleiri kanningar í málinum.

 

Teir vóru upprunaliga varðhaldsfongslaðir í fýra vikur, men tann varðhaldsfongslingin gongur út um vikuskiftið, tí var rættarfundur hildin í dag.

 

Les eisini: Øksaálopið: Hetta vita vit higartil

 

Tað var umleið klokkan eitt leygarnáttina 6. mai, at løgreglan fekk fráboðan um, at ein maður varð stungin fleiri ferðir og bløddi illa. Fólk vóru komin til mannin á vegamótinum Íslandsvegur/Landavegur í vesturbýnnum í Havn, og sjúkrabilur og løgregla vóru skjót á staðnum, og maðurin bleiv fluttur á Landssjúkrahúsið.

 

Seinni leygardagin vóru so hesir báðir menninir handtiknir og førdir fyri rættin, har teir fyribils eru skuldsettir fyri drápsroynd og grovan harðskap.

 

Tveir aðrir mans vórðu handtiknir dagin eftir, men teir vildi Føroya rættur ikki varðhaldsfongslað, hóast løgreglan bað um tað.