Føroya Astma/Allergifelag

TíÐindaskriv

Hvat er eitt limafelag uttan limir?

Hvat er ein nevnd verd uttan limir?


Hetta fekk nevndin í Føroya Astma/Allergifelag at síggja, tá aðalfundur var 10. febr. Bert nevndin saman við 4 limum og læknin, sum eisini í góðvild vildi leggja sína tíð av til at koma at greiða frá ovurviðkvæmi, vóru møtt. Ikki kann sigast annað enn at hetta kann ikki vera tann rætta tíðin hjá hesum felagnum at hava ársaðalfund, sjálvt um lógin sigur tað. Eru øll sjúk ella er ongin áhugi? Ella hvat er tað, sum er galið? Tí verður kallað til eykaaðalfund mánakvøldið 12. mars kl. 19.00 í MBF-húsinum, Íslandsvegur 10c, Tórshavn, og ikki sum hevur verið at sæð í bløðunum, 5. mars. Ja, ein kundi bara hugsað sær at spurt hvat er galið, tá limafelag við 150 limum runt um í Føroya landi ikki kunnu møta til fundir. Fundir hava verið tíðliga á degi, soleiðis at fólk sleppa heim til húsa sama dag, men onki hjálpir. Lýst hevur verið til fundar á øðrum plássum enn bara í Havn, men ikki kann sigast at tað eru limir, sum møta. Tað er eftirhondini ikki sørt sárandi, tá ein nevnd í einum limafelag (óansæð hvat felagið eitur) kallar inn til fund og eingin hugur er at møta upp. Vit biðja lækna ella onnur koma at gera tað hugnaligt við at siga frá onkrum, sum vit øll skuldu havt gleði av at hoyrt. Sum teimum flestu kunnugt hevur Føroya Astma/Allergifelag sína egnu skrivstovu, sum er opin tveir dagar um vikuna, so hugnaligt hevði verið um vit hoyrdu frá hvørjum øðrum av og á. Um Føroya Astma/ Allergifelag skal verða lív lagað vilja vit í nevndini heita á tykkum limir um at møta til eykaaðalfundin, sum verður 12. mars kl. 19.00 í MBF-húsinum. Nevndarval og lógarbroyting verður á skránni. Eisini er Jens Ole Hansen við og greiðir frá um ferðina til Ísrael (Arad), sum er kent fyri sítt sera astmavinarliga øki.

Møtið fjølment og sigið tykkara hugsan um hvat kann gearst? Eisini ber til at tekna seg sum lim.


Nevndin