Í dag 15. november er ein merkisdagur í Klaksvík.
Føroya Banki í Klaksvík heldur í dag 50 ára stovningardag. Hendan dagin lat umframt Føroya banki eisini Sjóvinnubankin upp í Klaksvík undir navninum Norðoya Banki. Fyrsti stjórin í Føroya Banka var Pauli Gaard Hansen.
Norðlýsið skrivar í 1955: "Sum kunnugt bygdi Sjóvinnubankin beint eftir kríggið stór bankahús í Klaksvík, men áðrenn tey vóru liðug kom krakkið og harvið steðgurin í her norðuri.
Tað hevur leingi verið tørvur á at havt banka í hesi stóru vinnubygdini, og er tað ein góður lætti, og eitt framstig fyri vinnulívsmenn í bygdini, at teir hava bankar við hondina og sleppa undan at fara til Havnar, hvørja ferð tað er neyðugt at samráðast við bankarnar".
Í næstan 40 vóru tveir bankar í Klaksvík, til Føroya Banki og Sjóvinnubankin løgdu saman í 1993.
Í dag ber bankin í Klaksvík navnið Føroya Banki, og er Hans Peter Clementsen stjóri í bankanum.