Føroya Banki aðalfund í dag

Á aðalfundinum seinnapartin fær Føroya Banki tveir nýggjar nevndarlimir. Um ársskiftið boðaði Høgni Hansen frá, at hann vildi sleppa úr nevndini í P/F Føroya Banka, og á aðalfundi seinnapartin verður danin Jens Erik Christensen valdur í hansara stað.

Fyri stuttum kunngjørdi ein annar nevndarlimur, Jóhannus Egholm Hansen, at hann tók seg úr nevndini, og í hansara stað kemur Eyðhild Skaalum í nevndina.

Tað er Fíggingargrunnurin frá 1992, sum innstillar nevndarlimirnar í Føroya Banka, og grunnurin mælir til, at Jóhan Páll Joensen og Graham Stewart verða afturvaldir.