Í dag fer Føroya Banki í søguna. Bankin skiftir í dag navn til BankNordik.
Á ársaðalfundi fyrr í ár varð gjørt av, at Føroya Banki skal skifta navn til Bank Nordik, og hetta navnaskiftið fer fram í dag. Bankin hevur brúkt navnið í deildum sínum í Danmark og Grønlandi, og har hevur móttøkan verið góð, sigur bankin, sum í morgun boðar frá, at nú er so tíðin komin at broyta navn á bankanum í Føroyum.
Sum grundgeving fyri navnaskiftinum sigur bankin, at navnið endurspeglar landafrøðiligu og strategisku víðkanina av virkisøki bankans. Haraftrat er navnið lætt at úttala og stavseta, bæði í Føroyum og í øðrum londum. Eitt felags navn og ein felags samleiki á øllum marknaðum hevur samstundis við sær týðandi praktiskar fyrimunir og sparingar.
- Tað er týdningarmikið at hava í huga, at okkara útlendska virksemi verður rikið her úr Føroyum. Tí skal okkara navn eisini avspegla tað, at vit eru ein føroyskur banki í norðurlondum, sigur Janus Petersen, forstjóri bankans.
- Navnið BankNordik hevur sín uppruna í norðurlendska orðinum »nordisk« og enska orðinum »Nordic«. Við stavsetingini gevur bankin hesum vælkenda orði ein føroyskan dám og ger tað til sítt egna. Bankans sermerkti og vælvirkandi grafiski samleiki verður ikki broyttur, sigur bankin í fráboðan í morgun.
Í sambandi við navnaskifti fær bankin eisini eina nýggja heimasíðu, ið fær navnið
www.banknordik.fo