Føroya Banki hevur gjørt stuðulsavtalu við Bragdið um at vera høvuðsstuðul hjá felagnum komandi tvey árini. Bragdið, sum er felag fyri frælsan ítrótt í Føroyum, skipar árliga fyri fimm høvuðskappingum, sum serliga nógv verður gjørt burturúr. Talið á íðkandi í hesum kappingum er stórt og støðugt vaksandi.Poula Michelsen Kass, marknaðarleiðari í Føroya Banka, fegnast um avtaluna við Bragdið. - Avtalan samsvarar neyvt við heilsupolitikkin hjá Føroya Banka, sum er at íbirta og stuðla einum sunnari livihátti í samfelagnum.
Tíðindi