Føroya Banki skiftir leiðslu

Danska ævintýrið hjá Føroya Banka hevur fingið eitt skot fyri bógvin. Ovasta leiðslan í Føroya Bank A/S er send til hús. Føroya Banki boðar í morgun frá, at samstarvið við teir báðar ovastu stjórarnar í donsku deildini hjá Føroya Banka er endað. Carlo Chow og Kim Linnemann, sum báðir komu til Føroya Banka úr Bank Trelleborg, eru farnir úr starvi beinanvegin. Partarnir hava avtalað, ikki at gera fleiri viðmerkingar til málið.

Herfyri fanst yrkisfelagið hjá smærru bankunum í Danmark, Lokale Pengeinstitutter, hvassliga at Carlo Chow og Kim Linnemann, fyri teirra leiklut í samband við, at Bank Trelleborg fór á heysin. Nú eru báðir givnir sum ávíkavist forstjóri og stjóri hjá Føroya Banka í Danmark.

Bankin hevur sett Johnny í Grótinum, sum higartil hevur verið leiðari á íløgudeildini hjá Føroya Banka, sum fyribils leiðara í Føroya Bank A/S. Hann skal vera stjóri í donsku deildini hjá Føroya Banka, til nýggj leiðsla er funnin.

Ætlanirnar hjá Føroya Banka á danska marknaðinum eru annars óbroyttar, sigur bankin í tíðindaskrivi.