Føroya Bjór fekk gull í London

Føroya Bjór hevur vunnið heiðursmerki fyri gott bjór, hesa ferð á The World Best Beer Awards 2016. Heiðurin hevur stóran týdning fyri føroyska bryggjaríið

Føroya Bjór hevur vunnið heiðursmerki fyri gott bjór, hesa ferð á The World Best Beer Awards 2016. Heiðurin hevur stóran týdning fyri føroyska bryggjaríið

 

– Veðrurin, Gull- og Sluppølin hjá Føroya Bjór er í altjóða serflokki. Tað er staðfest á einari stórari og viðurkendari øl-kapping.

 

– The World Best Beer Award kjósar hvørt ár bestu ølirnar í heiminum. Kappingin er høgt í metum í vinnugreinini, og mett varð um 1500 ymiskar øl frá 35 ymisku londum til hesa kappingina. Finalan var hildin í London, har 50 altjóða bryggjarar, øl-serfrøðingar og øl-journalistar vóru dómarar.

 

Soleiðis greiðir Sophus Dal Christiansen, marknaðarleiðari á Føroya Bjór frá.

 

Kappingin er skipað soleiðis, at bjórin verður blindsmakkað og skrásett eftir einari strangari stigskipan. Metingin umfatar aroma, smakk, útsjónd og fyllu, og at enda leita dómarnir eftir bjór, ið hevur javnvág, karakter, kompleksitet og kvalitet.

 

Hendan kappingin eru undir leiðslu av Adrian Tierney-Jones, sum er evropeiskur formaður fyri the World Best Beer Awards.

 

Føroya Bjór luttók í ár við Veðri, Gull og Sluppøl, og úrslitið gjørdist, at Føroya Bjór vann gullheiðursmerki fyri allar tríggjar ølirnar.

 

– Vit eru sera fegin og errin um úrslitini. Vit hava ikki luttikið í hesi ávísu kappingini áður, og vóru tí sera fegin um, at úrslitið gjørdist so gott, sigur Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór.

 

Á bryggjarínum í Klaksvík gera tey nógv burtur úr góðskuni, og ølið verður dagliga smakkað av bryggjarum á Føroya Bjór og uttanlands til tess at tryggja síni egnu krøv til sermerki og dygd.

 

Vit vita, at vørurnar hjá Føroya Bjór eru fyrstafloks, bryggjararnir hjá okkum eru nærlagdir, og vit brúka einans bestu rávørurnar í framleiðsluni, sigur Annika Waag, góðsku- og framleiðsluleiðari á Føroya Bjór.

 

– Tað er týdningarmikið, at vit luttaka í altjóða kappingum. Hetta gera vit fyri at fáa staðfest okkara krøv til dygd og fyri at samanbera okkum við bestu bryggjaríini í heiminum, tí eru vit sera fegin um heiðurin, hon.