Føroya elsta bakarí 100 ár

Fríggjadagin 19. oktober verður hátiðarhildið at Bakaríið á Skála er 100 ára gamalt.

Søgan um bakaríið byrjar við Johan Frederik Christiansen av Skála, sum hevði lært og arbeitt sum bakari á Gørðunum í Vági.Tá hann flutti aftur til Skála í 1910, yvirtók hann uppgávuna at dríva úthandilin hjá J. Dahl Gørðum á Skála. Nakað eftir hetta umleið 1911-12 byrjar hann at baka fyri seg sjálvan. Hann byrjaði í kjallaranum í húsum sínum á Barkhellu við einum uppmúraðum ovni, sum var fýrdur við koli. Hesin ovnur tók 60 breyð, og stendur framvegis í kjallaranum í gomlu húsunum.

Í 1948 yvirtók sonurin Hilmar Christiansen bakaríið. Hann hevði lært til bakara hjá Joen Paula Poulsen (Palle Bager) í Havn. Hilmar og konan Poula bygdu nýggj hús í 1957, og innrættaðu bakarí við nýggjum el-ovni í kjallaranum. Í dag er tað triðja ættarlið við Meinhard Jóhan Christiansen, sum eigur og rekur bakaríið. Meinhard lærdi til bakara hjá pápa sínum. Í sambandi við hátíðarhaldið verður móttøka á bakarínum fríggjadagin frá kl. 14 til 17.