– Føroya Festivalurin hevur í samstarvi við Esbjerg Kommunu útvegað teir bestu karmarnar, og vit eru tí sera fegin um at kunna bjóða tykkum øllum til ársins Føroysku “tjóðarveitslu” á gitna innandurapallinum ”Tobakken” í Esbjerg 11.-12. septembur 2020. Karmanir er einki minni enn fantastiskir, skriva fyrireikararnir.
– Tað er sjálvandi sangfuglanir á ovastu rók í føroyska tónleikaberginum, ið tú kemur at hoyra á Føroya Festivalinum. Nevnast kunnu:
Signar í Homrum
Kristina Skoubo Bærendsen
Tinganest
Evi Tausen
Hamradun
Sámal Ravnsfjall
Karl Martin Samuelsen
Edmund Jacobsen
Halleluja Sofus Hansen
Uni Debess
Rannva Vesturklett
Herborg Torkilsdóttir
Joen Magnus Danielsen
HitMen
Fyrireikararnir boða samstundis frá, at tey atgongomerki, ið eru keypt til ætlaða Føroya Festivalin 15.-16. mai 2020 sjálvandi eru galdandi til Føroya Festivalin 11.-12. september 2020.
– Um tú hevur keypt atgongumerki áðrenn 15. mai og ikki hevur møguleika at koma 11.-12. september, kanst tú seta teg í samband við okkum á e-mail: info(at)foroyafestivalurin.dk, skriva fyrireikararnir.
– Føroya Festivalurin arbeiðir tætt saman við avvarðandi myndugleikum fyri at tryggja teir bestu karmarnar um festivalin. Í samband við coronasmittu o. a. fylgir Føroya Festivalurin gjølla tilmælinum frá kommunu- og landsmyndugleikum, og vit vilja til eina og hvørja tíð fylgja teimum í samband við Føroya Festivalin, siga fyrireikararnir.
– Tí seta vit bert 400 atgongumerki til sølu sum nú er! So um ein vil ogna sær eina skal man verða sera skjótt úti. Tað eru ikki nógvar eftir! Vit gleða okkum til ein framúrskarandi festival, skrivar leiðslan í Føroya Festivalinum.