Føroya Myndakalendari 2000 í sølubúðunum

Føroya Myndakalendari 2000 er nú at fáa til keyps í sølubúðunum. Eins og undanfarin ár er hann prýddur við sera vøkrum litmyndum

Eirikur Lindenskov


Føroya Myndakalendari 2000 er útkomin. Hetta er 20. árið, at Føroya Myndasavn gevur út kalendaran og aftur hesaferð mugu vit staðfesta, at talan er um ein prýðiligan kalendara..

Litfagrar landslagsmyndir fangaðar av myndamanni við einum ótrúliga góðum eyga fyri slíkum. Forsíðmyndin er tikin í Dali á Sandoynni.

Myndakalendarin er av sonnum ein fragd fyri eyga. Fleiri av myndunum eru vakrar loftsmyndir, ið úr erva sýna okkum, hvussu vøkur føroyska náttúran er, bæði í summar og vetrarbúna. Eitt nú vetrarmyndin av Argjum við høvuðsstaðnum í baksýni - alt í hvítum góðveðurs kavabúna. Ella vælkenda sýni av Mykineshólmi, so er so eyðkent, tá vit nærkast oyggjunum í flogfari, har brimið sæst bróta um boðar og sker.


Til føroyingar

og ferðandi

Myndakalendarin er eitt framúrskarandi amboð hjá ferðavinnuni. Her verða Føroyar vístar úr vakrasta sjónarhorni, og tað er einki at ivast í, at fremmanda fólk tekkjast landi okkara, tá tey síggja slíkar vakrar myndir.

Tað eru tó ikki bara ferðafólkini, sum fáa gleði av kalendaranum. Nógvir føroyingar uttanlands hava kalendaran hangandi.

Men myndakalendarin verður eisini brúktur til annað. Á baksíðuni er sum vanligt ein rúgva av praktiskum upplýsingum um Føroyar, og tað skal sigast útgevarunum til rós, at teir brúka dagførdar upplýsingar. Teksturin er skrivaður bæði á enskum og donskum.


Prentaður í Íslandi

Eins og undanfarin ár er Føroya Myndakalendari 1999 prentaður í Íslandi. Prenttjónustan og Oddi í Reykjavík hava staðið fyri prentingini.