Føroya størsta bindiklubbaátak

Leygardagin 17. mars fáa nógvu bindiklubbakonurnar kring landið høvi at koma saman at hugna sær, tá Føroya størsta bindiklubbaátak verður í Norðurlandahúsinum.

Skráin er fjølbroytt og millum annað fer Nikolina Beder, umboð fyri Navia og ein fótterapeutur at hava fyrilestrar. Tógvframleiðarar, Enjo og onnur sýna fram og ein av størstu skemtarum okkara, Jákup Weihe, fer at undirhalda. Eisini verður ábit fyrrapart og seinnapart og døgurði at fáa. Tað er Hotel Føroyar, sum leverar matin.

Heimabundið kapping

Hettar er rættiligur bindikonudagur, har hvør luttakari kann taka eitt heimabundið plagg við at sýna fram. Tá dagurin er næstan at enda komin, velur ein dómsnevnd trý pløgg, ið fáa virðisløn. Dómarar verða fólk innan føroyska ullavinnu. Dagurin er eisini startskotið til enn eitt spennandi bindiklubbaátak seinast í mai, sum greitt verður nærri frá hendan dagin.

Vinningar

Á básinum hjá Enjo verður møguleiki at vera við í eini kapping, har vinningurin er ein ferð til Íslands við Norrønu 28. mai. Drigið verður og vinnarin funnin, tá dagurin er næstan at enda komin.

Mynd av tínum bindiklubba

Per á Hædd, sum er kendur fotografur, fer at hava atelier í dansistovuni, har bindiklubbar hava møguleika at fáa tikið bólkamyndir, móti einum gjaldi, eins og gjørt verður í skúlunum. Stuttligt at eiga eina bindiklubbamynd til minnis um ein hugnaligan dag í Norðurlandahúsinum.