Um vikuskiftið verður eitt stórt kampingtreff á grasvøllinum á Svangaskarði. Tað eru kampingfelagið Kamping.fo og B68, sum skipa fyri tiltakinum.
Ein av fyrireikarunum, Jan Danielsen á Toftum, sigur, at talan er um Føroya størsta kampingtreff. Umleið 80 kampingvognar eru teknaðir til, og longu í gjárkvøldið komu fleiri kampingvognar inn á Svangskarð. Í løtuni eru Reyni Service við at rigga eina framsýning av nýggjum og brúktum bilum til á økinum.
Á grasvøllinum er sera gott pláss. Har er pláss fyri øllum kampingvognunum í Føroyum. Hentleikarnir av teimum allarbestu: El og vatn er lagt á økið, umframt at umstøður eru til at tøma rottangan. Skipað verður fyri felags hugnakvøldi í B-68 húsinum leygarkvøldið.