Føroya symfoniorkestur gevur skarvin yvir

NIÐURPÍNT Føroya Symfoniorkestur hevur so lítla politiska vælvild, at kemur ikki vend í beinanvegin, verður orkestrið niðurlagt

- Vit nærkast endanum við risafetum!
Hesa døpru niðurstøðuna er Poul Jákup Thomsen, komin til.
Hann er formaður í Føroya Symfoniorkestri.
Føroya Symfoniorkestur er mangan kallað landsliðið í føroyskum tónleiki.
- Men akkurát sum at landsliðið í fótbólti má spæla dystir fyri ikki at fána burtur, má Føroya Symfoniorkestur eisini sleppa at spæla konsertir fyri ikki at fána burtur.
Men Poul Jákup Thomsen staðfestir, at nú er symfoniorkestrið av álvara við at fánað burtur.
Hann ásannar rætt og slætt, at orkestrið er longu komið á gravarbakkan og kemur ikki vend í nú, fer orkestrið bara at halda upp at.
Í nógv ár hevur symfoniorkestrið fingið áleið eina millión um árið á fíggjarlógini, onkuntíð eitt sindur minni.
- Tað er alt ov lítið, tí minstamarkið fyri at orkestrið kann yvirliva, er, at játtanin verður minst fimm milliónir um árið.
- Vit hava ferð eftir ferð ført fram fyri politiska myndugleikanum, hvussu støðan er, men higartil hevur tað hevur verið til fánýtis.
- Hesi seinastu 15 árini, hava politikarar javnan og savnan lovað, at symfoniorkestrið skal fáa rúmari fíggjarligar ræsur, men higartil er tað ikki blivið til meiri enn tey føgru orðini.

Endin er vísur
Formaðurin í Symfoniorkestrinum ger púra greitt, at nú er stundin komin, har politiski myndugleikin ger upp við seg sjálvan, um vit skulu hava eitt symfoniorkestur ella ikki.
- Vilja politikararnir varðveita orkestrið, er neyðugt at hækka játtanina upp í einar fimm milliónir, sum er tað minsta, orkestrið kann klára seg fyri.
- Íslendingar reypa av, at teir hava bíligasta symfoniorkestrið í verðini. Fyri fleiri árum síðani hevði symfoniorkestrið í Íslandi eina játtan á 15 milliónir føroyskar krónur og tey halda, at tað er eitt bragd, at tey hava klárað seg við so lítið.
- Afturímóti tí stendur tað í skerandi andsøgn, at Føroya Symfoniorkestur fær eina millión, og enntá minni enn tað.
Poul Jákup Thomsen sigur, at verður játtanin ikki hækkað, kunnu vit ikki taka tað øðrvísi, enn at politiskur vilji er ikki til staðar at varðveita orkestrið.
- Men tað er so ein greið støða, vit sjálvandi virða til fulnar. Mær dámar ikki at hótta, men batnar politiski viljin ikki, er endin á orkestrinum vísur, staðfestir formaðurin.

Virksemið niðurlagað
Poul Jákup Thomsen sigur, at fyri at varðveita orkestrið, er neyðugt at hava eitt ávíst tal av konsertum um árið.
- Tað er við tónleikarum, sum við fótbóltsspælarum. Halda teir seg ikki gangandi alla tíðina, lækkar stigið. Og tá ið stigið lækkar, fer áhugin og eldhugn sama veg.
Hann sigur, at avleiðingin av, at játtanin er so lítil, er, at virksemið hjá orkestrinum longu nú er niðurlagað í næstan einki.
- Vit hava mett, at fyri at varðveita orkestrið á einum nøktandi stigi, er neyðugt at hava minst átta ymisk tiltøk um árið.
Talan er eitt nú um nýggárskonsert, várkonsert, kórkonsert, heystkonsert, familjukonsert, skúlakonsertir og næmingakonsertir.
- Á fleiri av hesum tiltøkum spæla vit fleiri ferðir, so tilsamans er talan um yvir 20 konsertir, sum vit hava spælt um árið.
- Vit halda, at hetta er tað minsta, vit mugu spæla um árið fyri at varðveita orkestrið.
- Skúlakonsertirnar hava verið stórliga fagnaðar og á næmingakonsertunum geva vit evnaríkum næmingum í Musikkskúlanum høvi at royna seg í einmansleiki.
Og endamálið við kórkonsertini er, at føroyskir kórsangarar skulu í hvussu so er hava høvi til at vera við í einum stórum verki um árið.
- Hetta er tað, sum krevst fyri at halda tónlistarliga stigi og fyri at mennast alsamt.
- Men hesi seinastu árini hava vit verið noydd at avlýsa fleiri konsertir, tí vit hava ikki ráð til at hava tær.
Og kemur ikki broyting í, verður tað sama støða frameftir.
Eitt nú eru barnakonsertirnar spardar burtur annaðhvørt ár og skúlakonsertir eru somuleiðis spardar burtur.
- Men vit hava eisini ov fáar symfonikonsertir, sigur formaðurin.
Poul Jákup Thomsen sigur, at nú er so lítið virksemi í orkestrinum, at tað ikki rættiliga gevur meining longur.
- Orkestrið er í eini heilt álvarsligari støðu, leggur hann afturat.
Føroya Symfoniorkestur er mannað við føroyskum og útlendskum tónleikarum í Føroyum, men føroyskir tónleikarar uttanlands, sum koma heim til ávís høvi, hava eisini verið berandi kreftir í orkestrinum
- Tá ið symfoniorkestrið er niðurlagt, hava hesir tónlistarligu úrmælingar einki at koma heim aftur til.
- Tónleikararnir í symfoniorkestrinum hava væntað, at teir kundu taka politikarar í álvara.
- Men tað hevur so ikki víst seg at vit kunnu tað og nú eru eisini tónleikararnir, sum eru her heima farnir at hugsa um at kasta frá sær, tí nú fer vónloysið at merkjast av álvara.
- Politikarar møta fegnir upp á nýggjárskonsertini, og á fundum, vísa teir vælvild. Men í verki hava vit einki sæð eftir enn, sigur Poul Jákup Thomsen.

Lokomotivið steðgar
Poul Jákup Thomsen, Føroya Symfoniorkestri heldur, at dettur symfoniorkestrið niðurfyri, verður tað ein øgiliga stórur missur fyri føroyskt tónleikalív.
Tónleikararnir í symfoniorkestrinum eru eisini virknir í so ómetaliga nógvum øðrum tónleikahøpi, eisini rokkorkestrum, í hornorkestrum og so framvegis. Vit hava somuleiðis eitt barnakór við 200 børnum og eitt við 100 børnum knýtt at orkestrinum, so tilsamans er talan um eitt ógvuliga stórt arbeiðspláss við umleið 400 fólkum.
- Sostatt er symfoniorkestrið við at menna tónleikin á so nógvum økjum og er ein íblástur hjá tónleikarum í víðastu merking.
- Vit skuldu verið lokomotivið í føroyskum tónleikalívi, leggur formaðurin afturat. Orkestrið hevur eisini ein stóran týdning fyri føroyska samleikan og føroyska samfelagið sum heilt.
- Mentan selur fisk, siga íslendingar
Poul Jákup Thomsen vísir á, at føroyska symfoniorkestrið spælir so mikið væl, at eisini íslendska Kringvarpið er farið at senda okkara nýggjárskonsertir hvørt ár.
Íslendingar hava eisini bílagt føroyska barnatónleikaverkið ”Veiða Vind”, sum Føroyska Symfoniorkestrið tók stig til og eisini framførdi.
Nú er verkið týtt til íslendskt og íslendingar ætla at framføra tað fjórða hvørt ár.
- Orkestrið fær viðurkenning uttanlands. Nú manglar bara, at orkestrið eisini fær viðurkenning her heima, sigur Poul Jákup Thomsen.