British Telecom, BT, er fyrsti kundin hjá Føroya Tele á SHEFA-kaðlinum Føroya Tele og British Telecom, BT, hava gjørt ein langatíðar sáttmála um, at BT keypir kapasitet á SHEFA 2 á strekkinum millum Norðurskotland, Orknoyggjarnar og Hetland. BT er fyrsti stóri kundin á SHEFA-kaðlinum.
-Tað hevur stóran týdning fyri okkum at hava fingið ein so stóran kunda á SHEFA 2. Skjøtul er nú settur á virksemið á kaðlinum, og vit royna alsamt at fáa fleiri stórar kundar, sigur Kristian R. Davidsen, samtaksstjóri í Føroya Tele.
Hann vísir á, at hetta eisini stuðlar upp undir strategiina hjá Føroya Tele um at víðka heimamarknaðin út um landoddarnar og økja umsetningin munandi komandi árini.
Eisini BT fegnast um samstarvið við Føroya Tele.
-Tað er frálíkt at hava fingið eina avtalu við Føroya Tele um at gagngnýta kapasitet á teirra kaðli. Hetta eru veruliga góð tíðindi í Orknoyggjum og Hetlandi, tí kaðalin verður ein týðandi partur av ætlanunum at veita oyggjunum fyrimunirnar av okkara nýggja ?21st Century Network?, sigur Brian Fitzpatrick stjóri í BT Wholesale Markets.
Føroya Tele er eisini í samráðingum við oljufeløg um at brúka SHEFA 2 til fjarskifti út á oljupallar, sum kunnu gerast virðismiklir kundar hjá føroyska samtakinum.