Føroya Tele setir ferðina upp og prísirnar niður

Føroya Tele broytir nú prísbygnaðin á breiðbandinum grundleggjandi. Tær høgu ferðirnar verða tvífaldaðar, og prísirnir verða settir nógv niður, so at meira fæst fyri pengarnar.

- Vit vilja bjóða fólkum ta ferð og tað breiðband, sum krevst, um vit skulu fylgja tí alsamt skjótari streyminum og standa okkum millum framkomin lond. Føroya Tele kennir tað sum sína ábyrgd at ganga á odda at veita føroyingum dygdargott og tíðarhóskandi breiðband, og nú er tíðin búgvin at fremja ein nýggjan prísbygnað, sigur Kristian R. Davidsen, stjóri í Føroya Tele.

Higartil hava bíligastu privatu breiðbandshaldini kostað 380 krónur um mánaðin, tey dýrastu hava kostað 825 krónur um mánaðin. Nú verður hetta spennið broytt, við tað at tey størru haldini fara niður í 449 og 499 krónur, samstundis sum ferðin verður tvífaldað ella meira. Tað vil siga, at einans 119 krónur nú vera á muni millum eitt 2 Mbit-hald og eitt 20 Mbit-hald.

Broytingarnar koma í gildi frá 15. mars, tá ið allar tøkniligar tillagingar eru gjørdar.

Í stuttum snýr prísbroytingin seg um, at privatkundin fær meira ferð fyri minni pengar.

Haldini hava higartil sæð soleiðis út:

Verandi hald

2 Mbit 380 kr/mðn

4 Mbit 470 kr/mðn

6 Mbit 620 kr/mðn

10 Mbit 825 kr/mðn

Eftir broytingina fara haldini at síggja soleiðis út:

Nýggj hald

2 Mbit 380 kr/mðn

Upp til 8 Mbit 449 kr/mðn

Upp til 20 Mbit 499 kr/mðn

Ferðin á haldum verður gjørd upp í Mbit/sekund. Omanfyri er downloadferðin umrødd, tað er tíðin tað tekur at flyta upplýsingar á sína teldu. Uploadferðin er ídag 512 kbit á øllum haldum. Frameftir verður uploadferðin 512 kbit á 2 Mbit-haldum, men hon verður hækkað til 1 Mbit á 8 Mbit- og 20 Mbit-haldunum.

Við prísunum henda nakrar broytingar heilt av sær sjálvum, sum koma viðskiftafólkum til góðar:

1. Tey, sum í dag hava ferðina 4 Mbit, fáa av sær sjálvum 8 Mbit, og prísurin verður settur úr 470,- niður í 449,- krónur um mánaðin.

2. Tey, sum í dag hava ferðina 6 ella 10 Mbit, verða flutt upp í 20 Mbit, og prísurin verður minkaður úr ávikavist kr 620,- og 825,- um mánaðin niður í 499 krónur um mánaðin.

Í fyrstu syftu verða ongar broytingar fyri tey minstu haldini, tað vil siga 2 Mbit. Hinvegin ber til hjá einum viðskiftafólki við minsta haldinum at ferfalda sína ferð fyri slakar 70 krónur aftrat um mánaðin.

Føroya Tele ásannar, at tað er ein avgerandi liður í menningini hjá einum landi, at so nógv sum gjørligt hava atgongd til internetið við so høgari ferð og so lágum kostnaði sum gjørligt.

Við teimum nýggju prísunum nærkast vit altjóða prísleguni. Tann munurin, sum framvegis er at síggja í prísinum samanborið við umheimin, kemur í høvuðsheitum frá, at vit noyðast at rinda eitt eykagjald fyri sjókaðalarnar út í heim, umframt at vit eru ein lítil marknaður uttan stórrakstrarfyrimunir.

- Við okkara nýggju prísum gera vit eitt skarvslop tann rætta vegin. Ein høvuðsorsøk til, at Føroya Tele nú megnar at lækka prísirnar er, at fyritøkan seinastu árini miðvíst hevur lækkað kostnaðarstigið at reka fyritøkuna. Haraftrat er tann tøkniligi parturin nú mentur soleiðis, at vit kunnu veita flestu føroyingum ta hægst møguligu ferðina til kappingarføran prís, sigur Kristian R. Davidsen, stjóri.