Føroya Val fekk egið undirgravingarvirksemi aftur í gráðum kálvskinni

Petur S. Johannessen
Vágur

Ikki sørt undirritaði kann smílast, at tí, sum formaður í Sambandsflokkinum Kaj Leo nevnir ein glantrileik, nevniliga samgonguskjølini til komandi býráðssetu í Tórshavnar kommunu, tá ið eg hugsi um tann leiklut Føroya Val hevði saman við Løgmanni, Alfred Olsen og einum býráðslimi í Klaksvík oø., sum fekk tað avleiðing at Johan Dahl bleiv frákoyrdur sum fiskimálaráðharri av løgmanni, sum segði at avgerðin var politisk, eg meti at løgmaður ikki hevði tort at koyrt Johan Dahl frá, um Sambandstingmennirnir stóðu saman, men so var ikki, Føroya Val við Hegin Mortensen og hinum býráðslimunum vildi hava Johan Dahl frá fyri ein hvønn prís, Beata L. Samulsen segði at Johan Dahl skaddi flokkin og vildi hava hann úr flokinum, her var talan um beinleiðis álop á okkara landsstyrismann, frá lokalpolitikarum, væl stuðlaði av ávísum tingfólkunum Sambandsfloksins í suðurstreymi.
Tað er ikki so løgi at tað akkurát er Føroya Val, sum at kalla hevur spælt fallit, tí hendan sama (skitna) metoda fekk sjálvan løgmann at koyra Johan Dahl frá, og í tí sum sjálvur formaðurin í Sambandsflokkinum sigur "glantrileikinum" er bert Sjuman Hjaltalin ikki leikmaður meira, og hvat er lættast at gerða, tað er at nýta kendar og effektivar metotir, sum hava víst seg at verða sera álítandi, einaferð enn, men komu hesi leikfólk sjálvi at kenna sviðjan av gjørdum gerðum hesaferð.
Hví bleiv Bjarni Djurholm ikki koyrdur frá av løgmanni orsaka av politiskum áðum, eftir at tað vísti seg at førdi alipolitikkurin hjá vinnumálastýrinum var útavlagi vánaligur, jú orsøkin er einfald, tað hevði Fólkaflokkurin ikki góðtikið, og fylgjurnar kunnu vit lætt hugsa okkum til.
So ikki kann eg annað enn smílast, hetta er sannur sambandspolitikkur tá ið hann er ringast, og tit í Føroya Val saman við Alfred Olsen og Hegin Mortensen oø., løgdu lunnar undir hesa eftir mínum tykki ómannsligari leiklist, men at fortíðin innheintar hesi leikfólk í tí sokallaða glantrikeiki, er sjón fyri søgn.

Vónandi kann floksleiðsla Sambandsfloksins, syrgja fyri at vit í Suðuroy framyvir eisini hava rætt til at fáa landsstyrismann, serliga tá ið vit vita at hann er rætti maðurin til sessin, tað er umráðandi at hava røttu fólkini at manna landsstyrið.