Føroyaflúgving ein verulig avbjóðing

Longu sum 16 ára gomul fann Anette Larsen út av, at hon skuldi gerast flogskipari. Lagnan vildi, at hon nú í tíggju mánaðir hevur flogið upp á Føroyar, og tað var ein avbjóðing, sum hon ikki kundi siga nei til. – Á teimum flogvøllum, eg vanliga havi flogið til, hevur tú kanska brúk fyri einum parti av tínari útbúgving. Við at flúgva upp á Føroyar hevur tú brúk fyri øllum tí, tú hevur lært –í senn, sigur Anette Larsen

- Tá eg var 16 ára gomul tók pápi mín meg við út á ein flogvøll fyri svívflogfør og loyvdi mær ein túr. Tá bleiv eg bitin av at flúgva, og eg meldaði meg inn í felagið og tók prógv í svívflúgving. Og tú kanst siga, at eg tá gjørdi av, at eg skuldi gerast flogskipari, og at tað skuldi gerast mítt lívsstarv, sigur Anette Larsen.

Meðan hon tók prógv til svívflúgvara hitti hon fólk innan flúgvingina, sum brendu fyri fakinum, og sum eisini fingu hana beinda inn á tann vegin. Og ta tíðina útbúgvingin tók, gjørdist hon greið yvir, at hetta var tað, hon vildi gera.

Vit hitta hana vesturi á flogvøllinum í Vágum. Hon er júst lend við einum av flogførunum hjá Altantsflog, sum er komið úr Keypmannahavn, og nú skal hon á eitt trygdarskeið, og dagin eftir á eitt simulatorskeið. Flogskipararnir skulu alla tíðina halda seg dagførdar.

Beinanvegin, sum hon var liðug í studentaskúlanum, fór hon undir at lesa til flogskipara, og hon tók eisini teoriina rættiliga skjótt. Kortini skuldi ganga drúgv tíð, áðrenn hon fekk endaligt prógv sum flogskipari.

- Tað hendi nógv tá sum gjørdi, at eg ikki bleiv liðug við útbúgvingina. Eitt nú kom ein oljukreppa sum førdi við sær, at stígur kom í flogferðsluna sum tað altíð ger, tá tað er órógv á oljumarknaðinum, og niðurgongd á heimsmarknaðinum í heila tikið. So eg legði útbúgvingina á hillina nøkur ár, áðrenn eg tók hana upp aftur í 1988, og gjørdist so liðug í 1990, sigur Anette Larsen, sum tá var 30 ára gomul.

Dró út

Sum eina avleiðing av oljukreppuni fyrst í 80-unum steðgaði Anette Larsen á við flogskiparaútbúgvingini, og í staðin fór hon undir eina útbúgving sum flúgvileiðari.

- Ja, og tað komst mest av tí, at teir flogskiparir, sum eg kendi frá svívfelagnum, hildu eyka langa summarferiu og fóru í farloyvi uttan løn og gjørdu í heila tikið nógv fyri at býta tað arbeiði, sum nú einaferð var, ímillum sín. Vinnuvegurin var veruliga í einum aldudali tá, sigur Anette Larsen.

Sjálv fekk hon tey ráð frá vinum og starvsfeløgum at steðga á og síggja tíðina ann, og ikki brúka allan uppsparda peningin upp á eina útbúgving beint tá, tí tað hevði verið ein útbúgving til arbeiðsloysi.

Tað vóru kortini eisini aðrar orsøkir til, at Anette ikki tók prógv sum flogskipari júst tá.

- Eg hevði gaman í fingið ráð og vegleiðing, men eg kann ikki hava lurtað nóg væl eftir, tí tá tú hevur tikið teoriina, má tú taka prógvið innan 18 mánaðir, annars gongur teoriin út, og tað var so tað, sum hendi hjá mær, sigur Anette Larsen.

Hon tók sostatt teoriina, men hon gekk altso út áðrenn Anette fylti 21, og tað er aldursmarkið fyri, at tú kanst fáa eitt fullgildugt flogsertifikat.

Nú hevði hetta ikki tað heilt stóra at siga, tí við ringu útlitunum innan flogferðsluna valdi hon at søkja inn til flogleiðsluna í Keypmannahavn, har hon starvaðist fylgjandi átta árini, ein part av tíðini sum flogleiðara assistentur.

- Men hetta hevði ongan praktiskan týdning, tí tá eg helt fram við flogskiparaútbúgvingini mátti eg kortini taka teoriina umaftur, fyri at hon skuldi vera fult dagførd, sigur Anette Larsen.

Atlantic inn í myndina

Hon fekk so sítt flúgvisertifikat í mars 1990, og um summarið fekk hon so starv í einum lítlum flogfelagi, sum fleyg frakt og post um náttina og ferðafólk um dagin.

- Nógvir ungir flogskiparar hava flogið við hesum felagnum og fingið royndir har, eisini nógvir av teimum, sum eg flúgvi saman vi í dag, sigur Anette Larsen.

Hon byrjaði sum free-lance flogskipari, men gjøgnum veturin fekk hon fast starv og fleyg fyri hetta lítla felagið í tvey og eitt hálvt ár.

- Aftan á hesa tíðina fekk eg so starv í tí, sum tá kallaðist SAS Commuter. Hetta vóru stuttir flogtúrar, og vit flugu eitt slag av flogførum, sum nevndust Fokker 50. Talan var um eitt systurfelag innan SAS á jøvnum føti við SAS Airlines, sigur Anette Larsen.

Har arbeiddi Anette so heilt fram til SAS Commuter bleiv lagt saman við SAS Airlines í 2005. Hon helt tó fram innan økið, sum fyrr hoyrdi undir SAS Commuter, tað vil siga stuttir túrar við flogførum, sum høvdu undir eitthundrað setur.

- Tað er tað, sum er mítt arbeiðsøki, sigur Anette Larsen.

Hon fleyg seinastu tíðina illa lýdda Dash-8 flogfarið, sum fyri tíð síðani var úti fyri nøkrum óhappum sum síðani førdu til, at øll flogførini av hesum slagnum hjá SAS – nøkur og tjúgu flogfør tilsamans – vórðu groundað.

- Tá so hesi flogfør vórðu sett frá einum degi til annan, gjørdist ein knappligur mangul upp á flogfør at flúgva tær rutur, sum Dash-8 flogførini høvdu flogið. Tá er tað, at SAS fer út at kanna hjá øðrum flogfeløgum, um tey kunnu hjálpa til í støðuni, sum er uppstaðin, og har var Atlantic Airways eitt av teimum flogfeløgunum, sum kundi lyfta ein part av uppgávuni, sigur Anette Larsen.

Hetta førdi so til, at Atlantic Airways fekk trý nýggj flogfør inn í flotan av sama slagi, sum felagið alla tíðina hevði havt, og so komu nakrir av flogskiparunum, sum høvdu flogið við Dash-8 flogførunum, yvir at flúgva við BAE 146 hjá Atlantic Airways.

- Støðan var jú hon, at SAS kundi ikki her og nú útvega 22 nýggj flogfør, og hinvegin kundi Atlantic Airways heldur ikki fáa fatur á 30 nýggjum flogskiparum, sum teir kundu umskúla alt fyri eitt til slagið av flogførum, sum teir hava. So talan var um eina sonevnda win-win støðu fyri báðar partar, sigur Anette Larsen.

Ikki so ringt sum sagt veðrur

Hetta førdi so til møguleikan at flúgva við flogfarinum BAE 146, ella Avro í eitt sindur meiri framkomnari útgávu.

- Tað er ein stórur munur á at flúgva hetta flogfarið og so tað propell-flogfarið, sum eg framman undan hevði flogið. Eisini var hetta ein sera stór avbjóðing, tí Avro’in er bygdur til nakrar serstakar uppgávur. Flogfarið kann ymiskt, sum onnur ferðafólkaflogfør stutt sagt ikki kunna, og ongantíð fara at kunna. So reint fakligt var hetta ein ógvuliga stór avbjóðing, og eisini ein frægd fyri meg at kunna flúgva á egnu rutunum hjá Atlantic Airways, og ikki bara til teir flogvallir, sum vit vóru von við at flúgva til út frá Keypmannahavn, sigur Anette Larsen.

Ofta verður flúgving upp á Føroyar tengd saman við innflúgvingsviðurskiftunum, ið sum kunnugt tíðum kunnu vera trupul, serliga tá hugsað verður um tann turbulens, sum kann vera. Men í so máta hevur Anette Larsen verið ógvuliga heppin.

- Eg havi bert einaferð upplivað hendan turbulensin, sum eg havi hoyrt tosað so nógv um, allar teir tíggju mánaðirnar, eg havi flogið upp á Føroyar. Eg byrjaði at flúgva upp á Føroyar beint eftir páskir í 2008, og tá var eitt langt tíðarskeið við støðugum veðri. Klárt og sólskyn við góðum vindviðurskiftum, og tað gevur sera góðar umstøður at læra ein flogvøll at kenna. Partvís sær tú landslagið uttan um teg og lærir, hvussu fjøllini standa, tú sær tað við tínum egnu eygum og ikki bara á einum korti. Og partvís lærdi eg flogfarið væl at kenna við at lenda og fara á flog á relativt stutta vøllinum, sigur Anette Larsen.

Men tað hava kortini ikki bara verið góðir túrar, hon hevur havt sín part av vánaligum veðri.

- Men eg vil siga, at flogvøllurin er betri enn tað, sum eg framman undan hevði hoyrt um hann. Ella havi eg kanska bara hoyrt um teir serliga ringu túrarnar. Sjálvandi eru dagar við vánaligum veðri við nógvum vindi og ringum sýni, men eg havi verið heppin og vard fyri teimum ekstremu innflúgvingarstøðunum, sum onkuntíð kunnu verða, sigur Anette Larsen.

Heilt øðrvísi

Men hvussu er so at flúgva upp á Føroyar í mun til teir flogvøllir, sum hon annars er von at flúgva til.

Næstan so øðrvísi, sum tað kann vera. Har, eg vanliga flúgvi, er talan um langar flogbreytir, har eisini flúgva heilt stór flogfør, og tí eru breytirnar tveir og tríggjar, heilt upp í fýra kilometrar langar, og landslagið er púra flætt. Tú kanst siga, at tað er rættiliga lætt at flúgva til ein slíkan flogvøll. Sjálvandi skal tú gera so sum tað stendur í vegleiðingini, men um tú kemur eitt sindur skeivt inn í innflúgvingini, so hevur tað ikki tann stóra týdningin, tí landslagið uttan um er so slætt, at eingin vandi kann standast av tí, sigur Anette Larsen.

Hon sigur, at tá er tað heilt øðrvísi at lenda í Føroyum.

- Í Føroyum hevur tú ikki ráð at raka við síðuna av. Landslagið er ein faktorur, longdin á breytini er ein annar faktorur. Breytin er 1230 metrar, og tað eru langt frá øll ferðafólkaflogfør, sum megna at lenda á so stuttum vølli, men júst hetta slagið av flogførum, sum Atlantic flýgur við, megnar tað, sigur Anette Larsen.

Men tað finst eisini ein triði og avgerandi faktorur, tá tú flýgur upp á Føroyar.

- Typografiin og innflúgvingins mannagongdirnar eru heilt øðrvísi. Á fakmáli nevnist tað »Non Presicion Approach«. Á vanligum flogvøllum hava vit tól sum vísa bæði vatnrættan og loddrættan innflúgvingsbana, men í Føroyum hava vit bert tann vatnrætta at halda okkum til. Hartil kemur so, at innflúgvingarkósin ikki gongur beint upp á longs eftir vøllinum, tí fjørðurin ikki fluktar við vøllin, so tú mást snara nakrar gradir fyri at koma at flukta við vøllin og lenda, sigur Anette Larsen.

Hon sigur, at alt hetta tilsamans ger, at vøllurin í Vágum hevur ógvuliga nógvar faktorar, sum aðrir flogvøllir við nógvari ferðslu slett ikki hava.

- Í Føroyum mást tú brúka alt tað, tú hevur lært, í senn. Aðrir vøllir hava okkurt, sum er trupult, men her mást tú nýta alla tína vitan upp á ein gang, sigur Anette Larsen.

Fáar kvinnur

Tað er ikki púra ókent, at kvinnur útbúgva seg sum flogskiparar, men tað er hinvegin heldur ikki heilt vanligt. Sum skilst er tað bert hin eina føroyska kvinnan, sum higartil hevur útbúgvið seg sum flogskipari, men hon flýgur kortini ikki her um vegir. Og tað er sami tendensur í Danmark og Norður londum sum heild.

- Nei, vit eru ikki so nógvar, sum eru flogskiparar. Og eg havi ofta undrað meg á, hví so er. Flúgving sum fak tiltalar kanska ikki kvinnur, og fær ikki fastatøkur á ungum gentum frá byrjan av. Og eg dugi ikki at siga hví, um tað er tað tøkniliga ella tað bara ikki fangar áhugan. Fyri mítt viðkomandi má eg siga, at eg gjørdist púra burtur í flúgving, tá eg fyrstu fer royndi tað, og eg rokni við, at hetta er ein áhugi, sum má byggjast upp heilt frá einum ungum aldri, sigur Anette Larsen.

Hon heldur, at um áhugin ikki liggur djúpt inni í einum, so kemst ikki víðari og so verður ikki talan um nakra lívsleið á tí økinum. Men tað er væl soleiðis við øllum størvum.

Hinvegin er tað einki søguligt, sum forðar fyri, at kvinnur gerast flogskiparar. Í veruleikanum er ein av kendastu flogskiparunum í søguni ein kvinna, nevniliga Amilia Erhart.

- Ja, tað er púra rætt. Og tað eru mong dømir um kvinnuligar flogskiparar, serliga innan flogfraktferðslu. Og hóast tær ikki hava verið so nógv í fremstu røð, so hava tær avgjørt verið at funnið í luftrúminum. Hvussu nógvar tær vóru lutfalsliga tá veit eg ikki, men soleiðis sum tað er nú, eru vit hægst fimm prosent av kvinnuligum flogskiparum, sigur Anette Larsen.

Hon vónar tó, at hetta fer at broytast.

- Á teimum trimum flúgviskúlunum, sum eg kenni, og sum liggja í Roskilde, eru 10% kvinnur í løtuni, og tað er ein tvífaldan av tí, vit eru í dag, men um hetta er ein tendensur sum fer at halda fram, veit eg sjálvandi ikki, men eg vóni tað, sigur Anette Larsen.

Hon sigur, at tað er eisini blivið soleiðis í dag, at útbúgvingin er vorðin meiri strukturerað og skipað í einari fastari undirvísingarskipan, har tú býr á skúlanum og gongur eftir einari tímatalvu. Soleiðis var tað ikki, tá hon tók sína útbúgving. Tá skuldu tey sjálvi fylgja við, nær tey skuldu gera hvat, og tað hevur kanska ikki hóvað kvinnunum so nógv.

Væl móttikin

Tá vit vóru umborð á flogfarinum fyri at taka mynd av Anette í stýrhúsinum, róstu flogternurnar henni fyri hennara dugnaskap. Tó í so máta er Anette lítillátin. Men hon letur væl at móttøkuni, hon hevur fingið, serliga hjá Atlantic Airways.

- Tað er stuttligt. Eg verið altíð sera væl móttikin, serliga her í Atlantic Airways. Flest øll gleða seg ómetaliga nógv um, at ein kvinna er komin at flúgva hjá teimum, so eg kenni meg sera sera væl móttiknað, sigur Anette Larsen.

Men hon vil ikki vita av, at hon skal vera dugnaligari enn hinir flogskipararnir.

- Vit eru øll á umleið sama støði, vit eru vand á sama støði, og vit gera nógv burtur úr at vit øll operera á sama støði. Ikki at onkur ikki má vera dugnaligari enn onkur annar, tað kunnu vit jú væl, men eitt av endamálunum hjá einari flogorganisatión og einum flúgviskúla er júst at syrgja fyri, at evnini og vitanin hjá flogskiparum – og kabinupersonali annars – skal liggja innan nakrar nágreiniliga defineraðar karmar, sigur Anette Larsen.

So uttan mun til, hvør situr við síðuna av í stýrhúsinum, so fyriferst alt altíð eftir somu mannagongdum, tað verður altíð sagt tað sama, og tey eru vand upp í at gera tað sama og eru vand upp at handfara tær støður, tey koma í, á sama hátt.

Men hóast hetta Føroya ævintýrið hjá Anette Larsen er spennandi og avbjóðandi, so fer tað ikki at vara allar ævir.

- Soleiðis sum tað liggur í kortunum, so gevist eg at flúgva upp á Føroyar seinast í mai mánaði, tá eg fari aftur til mítt gamla starv hjá SAS. Tá hava teir fingið ein nýggjan flota, har vit, sum flugu við Dash-8 flogførunum, verða drigin inn aftur í gomlu ruturnar, men við nýggjum sløgum av flogførum, sigur Anette Larsen.

Hon heldur, at hesir mánaðirnir hava verið ein heilt serlig uppliving, og at nærkast oyggjunum í fagrasta veðri er ein sjón so vøkur, at hon ikki væntar at síggja nakað flottari nakra aðrastaðni í heiminum.