Tiltakið JobMatch fylti Føroyahúsið í Keypmannahavn í gjárkvøldið Fólk stóð sum sild í tunnu, tá JobMatch hevði netverkstiltak í Føroyahúsinum fríggjakvøldi. Stóri áhugin ber boð um, at evnið á kvøldinum hevur áhuga millum útisetar. Skráin var fjølbroytt, og fevndi um viðgerð av hagtalskanningum, kjak um framtíðarmøguleikar í Føroyum og tónleikaframførslur.
Sálarfrøðingurin Súni Poulsen frá Market Minds greiddi frá eini fokusbólkakanning, sum hann fer at gera. Endamálið er at avdúka, hví føroyingar ikki flyta heimaftur.
Føroysku stjórarnir Hákun Niclassen (Formula), Christian Nagatha (Nema Samtakið) og Høgni Rasmussen (Sansir) bóru fram greiðar boðskapir um, hví teir halda, at útisetar skulu koma aftur til Føroya. Teir staðfestu, at føroyska samfelagi er í broyting, kann bjóða størv við avbjóðingum og ábyrgd, og hevur brúk fyri fleiri fólkum við útbúgving. Men tað ger tað ikki verri, um útisetar nema sær nakrar royndir uttanlanda, áðrenn flutt verður heim.
Annita á Fríðriksmørk, fólkatingslimur fyri Tjóðveldi. var einsamøll um at umboða politisku Føroyar, og tí var ætlaða hólmgongan við hinum fólkatingsliminum Edmund Joensen av ongum. Ístaðin fingu fundarfólk høvið til at koma við viðmerkingum og kjakast um umstøður og møguleikar í føroyska samfelagnum.
Seinni um kvøldið var tónleikur á skránni, og fólk hugnaðu sær óført, siga fyrireikararnir.