Føroyanevndin vitjaði borgarstjóran í Klaksvík

Føroyanevndin hjá Fólkatingunum, sum hevur 17 limir, har Edmund Joensen, fólkatings- og løgtingslimur er formaður, var á vitjan hjá borgarstjóranum í gjár.

Borgarstjórin, Gunvá við Keldu, beyð vælkomin og kunnaði um ymisk viðurskifti í kommununi.

Greitt varð frá minkandi inntøkunum, um saknin í, at Kósin ikki er virkin. Eisini varð greitt frá, hvørjar byggiætlanir eru í umbúna og týdningin av undirsjóvartunnlinum, einum væl útbygdum samferðslukervi og møguliga betran av vegasambandi Norður um Fjall.

Tey sóu eisini Christianskirkjuna og vóru á rundferð í býnum saman við Alex Sólstein.

Ferðalagið, sum taldi 17 fólk, varð boðið ein betri bita á miðdegi í býráðshøllini, áðrenn leiðin helt fram til Svínoyar við Torshavn.

Í Svínoy tók Eyðun Jacobsen ímóti gestunum og vísti teimum runt í bygdini.

Føroyanevndin hjá Fólkatingunum, har Høgni Hoydal eisini er limur, fer heimaftur í dag eftir tveir og ein hálvan tætt pakkaðar dagar við langari dagsskrá, har vitjað hevur verið í politisku skipanini, vinnulívinum og kommunum.

Gestirnir takkaðu fyri gestablíðni og søgdu seg hava fingið hópin at vita.