Leygardagurin fer Føroyaprent undir átakið ?Føroyaprent plantar trø?. Tey fyrstu verða plantað við Viðarlundina í Kerjum við Hotel Føroyar. Í hesum sambandi verður eisini hátíðarhald á staðnum, har Heðin Mortensen fer at planta tey fyrstu trøini.
-Endamálið er, at virðingin, sum prentsmiðjan hevur fyri trøum og náttúru, verður sjónligari, sigur fyritøkan í dag.
Føryaprent ivast ikki í, at eftirspurningurin eftir umhvørvisgóðkendum vørum fer at vaksa við rúkandi ferð komandi árini. Sum einasta svanamerkta fyritøka í landinum, hevur prentsmiðjan Føroyaprent longu prógvað virði í norðurlendsku svanagóðkenningini. Í dag eru uml. 90% av øllum prentlutum frá Føroyaprent svanamerktir, og prentsmiðjan sær ein vaksandi skara av kundum, sum ikki ynskja annað enn svanamerktar prentlutir.