Føroyar brandaðar í finskari skúlabók

Nýggj finsk skúlabók, sum nú er komin á marknaðin, sjónligger Føroyar í finskum undirvísingarhøpi. Hetta er úrslit av ungdómsráðstenvuni Ung i Norden 2006, ið var hildin í Tórshavn

Í 2006 var størsta altjóða ungdómstiltakið, sum Føroyar hevur verið vertur fyri, hildið við bólkum av listarliga áhugaðum ungum úr øllum Norðurlondum og sjálvstýrandi økjum.

Ung i Norden 2006 var hildin í Venjingarskúlanum og Vinnuskúlanum. Nordisk Ministerråd, Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommuna og Norðurlandahúsið fíggjaðu stevnuna. Nú er enn eitt ítøkiligt úrslit av hesi ráðstevnu komið í ljósmálan.

Høvundarnir av nýggjari finskari skúlabók, PREMIÄR, sum hevur til endamáls at læra finskmæltum finnum svenskt, hava nevnliga valt ungdómsráðstevnuna Ung i Norden 2006, ið varð hildin í Havn, sum høvuðstema.

Hetta merkir at Føroyar verða sjónliggjørdar í finskum undirvísingarhøpi, har framhaldsnæmingarnir kunnu lesa um Ung i Norden stevnuna í Havn í átta kapitlum í bókini.



Hetta brandar sanniliga eisini

Til tiltakið Ung i Norden 2006 gjørdi Rakel Helmsdal eina heimasíðu, har øll kundu finna tíðindi og praktiskar upplýsingar um tiltakið. Tað serstaka við hesari heimasíðu er, at hon varð skrivað á heili nýggju málum, og at einhvør tí kundi lesa tað, ið á har stendur, á sínum egna móðurmáli.

Tað er júst hetta, sum hevur givið finsku høvundunum íblástur til nýggju skúlabókina. Í bókini verður nevnliga skrivað á fleiri málum og um fleiri Norðurlond.

Har kunu finskir skúlaungdómar lesa um Føroyar, føroyingar og føroyska mentan. Eisini stendur nógv skrivað á føroyskum í bókini, umframt at føroysk mállæra eisini er at finna.

Helena Dam á Neystabø fekk mikudagin handað eitt eintak av bókini frá Norðurlandahúsinum, og hon heldur hetta verða enn eitt gott prógv um ítøkilig úrslit av mentanartiltøkum.

- Hetta brandar sanniliga eisini Føroyar. Nú verða Føroyar eisini nevndar í stórum økjum í Norðursvøríki og Suðurfinnlandi, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Mentamálum.