Føroyska landsliðið í fótbólti hjá monnum er dottið fýra pláss aftur á stigalistanum hjá FIFA yvir landslið. Hetta hóast vit hava fleiri stig enn seinastu uppgerð.
Føroyar eru farnar frá at verða nummar 89 til at verða nummar 93. Seinasta mánaða høvdu vit 376 stig og hesuferð hava vit 384 stig. Dystirnir móti Portugal og Andorra eru við hesuferð. Hóast vit hava fleiri stig enn seinast, so detta vit eitt sindur aftur, tí tað eru fleir lond, sum hava gjørt eitt størri hál í stigum enn vi tog tí eru farin uppum. Finnland er til dømis farið 23 pláss fram og er nú nummar 87. Estland er eisini farið framvið okkum, eins og lond sum Benin og Palestina eisini hava yvirhálað okkum.
Ísland er framvegis fremsta norðurlandið, hóast teir eru dotnir tvey pláss niður frá 20 niður á 22. Danmark hevur gjørt eitt stórt lop og er farið 20 pláss fram á nummar 26.
Norðurlendski listin sær soleiðis út:
22. Ísland, -2
23. Svøríki -4
26. Danmark, +20
73. Norra, +12
87. Finland, +23
93. Føroyar, -4
Týskland og Brasil hava býtt um í toppinum. Brasil var ovast seinast, men nú hevur Týskland yvirtikið førarasessin. Topp 10 listin yvir tey bestu landsliðini í løtuni, sær soleiðis út:
1. Týskand
2. Brasil
3. Portugal
4. Argentina
5. Belgia
6. Pólland
7. Sveis
8. Frakland
9. Kili
10. Kolumbia