Nýggi FIFA styrkilistin er kunngjørdur og Føroyar fara eitt pláss fram. Frá 90 til nummar 89. Brasil hevur yvirhálað Týskland á toppinum er nú styrkismett sum sterkasta landið í heiminum.
Fáir landsdystir hava verið og tí er heldur ikki so nógvar broytingar á FIFA styrkilistanum hesaferð. Føroyar flyta eitt pláss fram, men tað verður ikki fyrr enn komandi listi verður kunngjørdur, at fleiri broytingar kunnu væntast. Millum annað skulu Føroyar spæla móti bæði Portugal og Andorra.
Útvald lond á styrkilistanum:
1. Brasil
2. Týskland
3. Argentina
4. Sveis
5. Pólland
6. Portugal
7. Kili
8. Kolumbia
9. Belgia
10. Frakland
11. Spania
12. Italia
13. Ongland
14. Mekisko
15. Peru
19. Svøríki
20. Ísland
36. Holland
46. Danmark
85. Noreg
89. Føroyar
129. Andorra
131. Lettland