? Hetta hevur verið eitt upplivilisi fyri seg.
Teir báðir bretarnir, sum settu upp í Sandvík sunnumorgunin er eitt sindur móðir, men annars eru teir væl upplagdir.
At teir eru móðir er ikki so løgið, tí teir hava júst róð úr Froðba til Sandvíkar í hvør sínari, lítlari kajakk.
At teir kortini eru væl upplagdir sigur okkum ikki annað, enn, at teir hava verið í slíkum vási fyrr.
Og teinurin úr Froðba til Sandvíkar er ikki fyrsti teinurin teir hava róð í Føroyum. Og tað verður heldur ikki tann seinasti.
At rógva í kajakk er nevniliga teirra fremsta ítriv. Og hetta er eitt ítriv, sum teir hava íðka nógva staðni í verðini.
Nú vóru tað so Føroyar, sum stóðu fyri tørni.
Teir báðir bretarnir, Tom Turner og Mike Bartle eru av Newcastle-leiðini í landnyrðingspartinum í Onglandi.
Í eini 16 ár hava teir havt til ítrivs at rógva í Kajakk.
Seinni hava teir sligið seg saman og síðani hava teir báðir roynt seg nógva ymsastaðni í heiminum.
? Vit hava róð í Grønlandi, ymsastaðni í Írlandi og Skotlandi, í Sibiria - og nú fingu vit so høvi at royna Føroyar.
Teir løgdu frá landi í Havn mikudagin og róðu suður á Sand og settu upp í Skopun.
Dagin eftir róðu teir vestanfyri Sandoynna til Skúvoyar.
Heilt tíðliga fríggjamorgunin, klokkan 4.30, løgdu teir til brots av Skúvoynni og róðu vestanfyri Suðuroynna og settu upp á Fiskieiðinum í Hvalba.
Har hvíldu teir seg í einar fýra tímar ímeðan teir bíðaðu eftir streymi og róðu so suður til Sumbiar.
Leygardagin róðu teir so úr Sumba til Froðbiar og sunnumorgunin til Sandvíkar.
Ætlanin var at rógva til Sandoyar sunnudagin, men teir sleptu ætlanini, tí tað var nakað tvassut í sjónum hjá so smáum bátum.
? Veðrið í dag er á markinum til, hvat vit rógva í. Ikki tí, at nakar vandi er á ferð. Men tað er ógvuliga møðsamt at rógva í slíkum líkindum.
? Og tá ið vit hava góða tíð, taka vit tað róligt og hvíla okkum í Sandvík í dag, greiddu teir báðir fryntligu bretarnir frá, tá ið teir høvdu drigið kajakkirnar upp á bátadráttin í Sandvík.
Og tað stendur ikki á at taka tað róligt, tí tað er ótrúligt, hvat pláss er fyri í eini slíkari kajakk, tá ið tað sindrið av plássið, sum er, er væl stúvað. Teir hava bæði bæði tjald, primus, kókiamboð og mat til fleiri dagar við á ferðini.
Teir fóru úr aftur Sandvík á miðdegi mánadagin norður á Sand.
Hvaðani leiðin gekk haðani frá veldist alt um veður og vind.
Tað einasta, teir vistu, var, at teir skulu avstað aftur næsta vikuskiftið.
Ikki at spæla við
Hóast Tom Turner og Mike Bartle hava roynt eitt sindur av hvørjum í sínum lítlu kajakkum, eru teir samdir um, at Føroyar hevur verið eitt upplivilsi fyri seg.
?Føroyar eru eitt frálíkt stað at rógva í kajakk.
Men tað hevur stóran týdning at leggja sær í geyma, at hetta er ikki at spæla við.
Teir siga, at tað eru nógv ymisk viðurskifti, sum gera tað til eina so stóra avbjóð -ing at rógva í kajakk í Føroyum.
? Ikki minst eru tað tey serligu streymviðurskiftini, sum gera seg galdandi, men eisini tann nógvi og skiftandi vindurin.
? Tú kanst saktans koma út fyri, at vindurin skiftir ætt fleiri ferðir sama dag - og annars at veðrið sum heild er meiri skiftandi, enn vit eru vanir við.
? Alt hetta ger, at ferðin kann verða trupul at rokna út. Tað er ein nýggj avbjóðing hvønn dag.
? Men ein stór avbjóðing liggur eisini í tí, at tað er so nógva staðni, at tað ikki ber til at seta upp, skuldi okkurt veri áfatt. Ikki minst framvið vestursíðuni er streyrrætt berg nógva staðni og tað krevur, at ferðin verður lagt serliga væl til rættis. Tí tú veitst, at hevur tú fyrst lagt frá landi, er mangan onki at gera, uttan at halda á.
? Tað er onki, sum eitur at angra avgerðina og at venda aftur. Er avgerðin fyrst tikin, má hon ofta fylgjast heilt til endan.
Men so siga teir eisini, at tað er eitt stórfingið upplivilisi at sigla millum oyggjarnar, tí tað er so nógv at síggja. Fuglalívið er avbera ríkt og fjølbroytt.
Og tað er heilt nógvur kópur at síggja. Stakkar og helli eru hugtakandi. Vit rógva framvið monnum, sum fleyga lunda, og vit hitta menn, sum eru úti við snøri.
? Alt hetta gevur okkum eina greiða fatan av, at tað er ein heilt serlig mentan.
? Alt hetta ger, at undirhaldsvirðið í at rógva í kajakk ímillum oyggjarnar í Føroyum er sera stórt, siga Tom Turner og Mike Bartle.
Ikki vandamikið
Vit spyrja teir eisini, um tað ikki kann vera vandamikið at rógva millum oyggjarnar í so lítlari kajakk.
Men tann spurningin hava teir hoyrt fyrr.
Og tað halda teir ikki, at tað er. Tí hóast kajakkirnar ikki eru meiri enn 16 føtur, eru tær avbera sjógóðar.
? Men tað snýr seg fyrst og fremst at kenna okkara avmarkingar.
Ikki minst stendur og fellur ferðin við fyrireikingunum.
Teir báðir eru sera væl útgjørdur við neyðútgerð, sendara, telefon, kumpass, landkorti og streymkorti, tjald, kókiamboð, primus, mati til fleiri dagar o.s.fr
? Men eitt, sum ikki eigur at undirmetast, eru tey ráð, vit fáa frá fólki á staðnum. ? Tað er í heilum, at staðkend fólk hava sagt okkum, hvussu vit skulu rógva og hvat vit skulu ansa eftir og tað eru vit sera takksamir fyri, siga teir.
? Tú vinnur ongantíð á havinum. Tað einasta, tú kanst gera, er at samstarva við tað, siga teir báðir ævintýrhugaðu onglendingarnir.
Teir siga avgjørt, at hetta er ein ferð, sum teir kunnu mæla øðrum við sama ítrivi til at gera.
Teir siga, at teir fara at skriva eina grein um ferðina í eitt tíðarrit fyri kajakkrógvarar. Í teirri greinini fara teir at at fortelja, at tað er eitt serligt upplivilvi at rógva í Føroyum. Men tað er eitt upplivilsi, sum skal takast í størsta álvara tí streymur, vindur ýður og landslag krevja eitt heilt serligt varsemi.
Men júst hetta er ein partur av avbjóðingini og undirhaldinum, so tað ræðir ikki rættar ævintýrarar burtur......