Aftaná at hava fingið stig í 12 dystum á rað var liðið Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm fyri tí fyrsta tapinum hetta kappingarárið.
Á Studenternas Idrotsplats leikvøllinum í universitetsbýinum, Uppsala endaði dysturin millum Sirius og AIK við óvæntaðum 3-1 sigri til heimaliðið, ið er fjórðaftast í deildini.
Sirius var á odda 2-0 í steðginum. Johan Hove minkaði um munin til 2-1 í 57. minutti, men átta minuttir seinni skoraði heimaliðið til 3-1.
AIK er triðfremst í deildini við 26 stigum fyri 13 dystir. Teir hava fýra stig upp til oddaliðið, Mjällby sum hevur 30 stig.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Sirius-AIK Stockholm 3-1 (2-0):
##med2##