Føroyar fáa kongaliga vitjan í summar

Margreta drotning kemur til Føroya at vitja í summar

Hennara hátign Margreta drotning kemur til Føroya at vitja í summar.

Hesum boðaði hon frá í nýggjársrøðu síni í kvøld.

– Eg gleði meg at síggja ta stóru framgongd, sum hevur verið í føroyska samfelagnum síðani seinastu vitjan, sum var í 2017, segði drotningin í nýggjársrøðuni.

Sum vant endaði drotningin røðu sína við at siga »Gud bevare Danmark«, men hesaferð broytti hon hesa heilsan við fyrst at siga »Gud bevare jer alle sammen«.