Í dag hevur grønlendski heilsumálaráðharrin, Martha Abelsen, vitjað Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í heilsumálum. Martha Abelsen er komin til Føroyar at kunna seg um føroysk viðurskifti og fyri at fáa íblástur til tiltøk á heilsuøkinum í Grønlandi.
- Á fundinum hava tey bæði tosað um avbjóðingarnar, sum heilsuverkini í Føroyum og Grønlandi hava, og tey hava umrøtt, hvørjir møguleikar eru fyri samstarvi landanna millum, verður sagt úr heilsumálaráðnum í dag.
Ein av avbjóðingunum í londunum báðum er at útvega heilsustarvsfólk, og landsstýrismaðurin greiddi frá teimum tiltøkum, sum eru sett í verk í Føroyum fyri at útvega fleiri heilsustarvsfólk.
Kaj Leo Holm Johannesen og Martha Abelsen tosaðu um sjúklingahotellini í Keypmannahavn. Økta talið á sjúklingum, sum verða sendir av landinum til viðgerðar, hevur við sær stórt trýst á hotellunum.
Tey eru samd um, at hetta er eitt øki, sum ber til at samstarva meira um í framtíðini.
Síðan greiddi landsstýrismaðurin frá, at hann er farin undir eina tilgongd at seta viðgerðartrygd í verk í Føroyum. Henda tilgongd verður á sama hátt sum eitt nú í Danmark, ið vit kenna sum “behandlingsgaranti”.
Eftir fundin vitjaðu Kaj Leo Holm Johannesen og Martha Abelsen á Landssjúkrahúsinum og á Barna- og ungdómspsykiatrisku deild.
- Eg haldi, tað er sera áhugavert, at grønlendski heilsumálaráðharrin hevur valt at venda sær til Føroyar fyri at kunna seg um, hvat vit gera á heilsuøkinum. Vónandi kann tað, sum vit gera í Føroyum, verða ein íblástur hjá teimum, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.