Hoyvík: - Eg eri sannførdur um, at Føroyar hava eitt heilt serligt pláss í Europa, leggur kendi prædikumaðurin aftrat.
Hjúnini bæði, sum nú vitja her á fjórða sinni, fara at tala á flestu møtunum í OASUNI hesa páskahátíðina.
- Bæði Rachel og Gordon eru sera viðkomandi og avbjóðandi talarar, ið eisini hava profetiskar gávur. Og av tí, at vit av royndum kenna tey, eru vit sannførd um, at Harrin fer at geva okkum ein sera góðan boðskap, verður sagt úr OASUNI, sum eigur egnan samkomubygning í Hoyvík.
Annan páskadag verða tó møtini eitt sindur øðrvísi, tí henda dagin verða einans føroyskir talarar.
Á morgunmøtinum skal Símun Jacobsen tala, og á kvøldmøtinum Kurt Christensen. Sagt verður, at báðir eru teir avbjóðandi talarar, sum mong gleða seg at hoyra.
Men eingi møtir, uttan góðan sang. Umframt sangluttøku á møtunum, verða eisini
møtir við serligum sangtiltøkum á skránni: Langafríggjadag klokkan 22 er eitt “Cafekvøld”, har ymiskir tónleikabólkar luttaka. Her verður eisini savnað inn til ungdómsbólkin, ið skal ein evangeliseringstúr til OL í London í summar.
Eitt annað sangtiltak (syngið-við) verður 1. páskadag klokkan 22, har Breiðband, Zamar, Oasubrøður og Petur Hermansen luttaka.
Virka kring allan heimin
Høvuðstalarar á páskastevnuni í OASUNI eru sum nevnt hjúnini Rachel og Gordon Hickson. Í 1984 byrjaðu tey at samstarva við kenda evangelistinum Reinhard Bonnke í Afrika, og frá 1986 til 1990 vóru tey við í einum toymi, ið nevndist “Christ for all nations”.
Rachel Hickson hevur sína bakgrund sum trúboðarabarn frá India, er í dag í
eini altjóða tænastu, har hon vitjar lond í Europa, Norðuramerika, Afrika og
India. Gordon arbeiðir serliga millum muslimar í Englandi.
Rachel og Gordon Hickson hava verið í Føroyum fyrr. Fyrstu ferð var í 1999, tá tey bæði tvey vóru til páskastevnuna á Skála. Gordon kom aftur í 2000 og í 2002, tá hann kom til páskastevnu í Havn.