94. min.: Dysturin er liðugur! Føroyar hava fingið stig á Svangaskarði!
90. min.: Lafferty vendi sær inni í føroyska brotsteiginum, men skotið var ikki serliga sannførandi. Jákup Mikkelsen vardi fyri.
89. min.: Fýra minuttir eru lagdir afturat.
86. min.: Gult kort til Steven Davis.
84. min.: Christian Lamhauge Holst er farin út, og Jústinus R. Hansen er komin inn. Føroyar royna at verja eina stigi og gera ikki serliga nógv burtur úr framrættaða spælinum. Norður-Írland er á bóltinum so at siga allatíðina.
83. min.: Evnas fer út, og McGinn fer út.
82. min.: Dramatikkur her eina løtu. Arnbjørn Hansen varð feldur fyri hevnissøku, tá bólturin langt síðan varð spældur víðari. Arnbjørn Hansen fær gult kort, tí dómarin metti, at hann spældi sjónleik.
77. min.: Brian Kerr fremur sína seinnu útskifting. Arnbjørn Hansen loysir Símun Samuelsen av.
76. min.: Lafferty var nær við at leggja Norður-Írland á odda. Hann stýrdi bóltinum við fótinum móti málinum aftaná innlegg, men Jákup Mikkelsen vardi fyri.
75. min.: Nú er 1-1! Føroyingarnir fingu ikki bóltin av Lafferty, sum sneiddi fýra mótstøðumenn av, áðrenn hann royndi seg móti málinum. Umvegis stongina, javnaði hann fyri gestirnar.
73. min.: Føroyingarnir gera ov skjótt av, tá teir hava bóltin. Tað hevur verið voð sæ óneyðug mistøk, og gestirnir vinna tí bóltin ov skjótt aftur.
71. min.: Jonny Evans var fyrstur á eftir innlegg úr høgru, men hann skallaði upp um málið.
69. min.: Norður-Írland var nær við at javna. Craigan stóð væl fyri á brotsteigarmarkinum, men hann sendi upp um málið. Gestirnir trýsta nú, og føroyingarnir tveita seg stundum niður í glíðandi takklingar í royndini at verja fyri.
66. min.:Føroyar gera sína fyrstu útskifting. Daniel Udsen er farin út, og Jann Ingi Petersen er komin inn.
65. min.: Norður-Írland trýstir nú.
63 min.: Christian Lamhauge Holst er væl upplagdur nú! Hann rann við bóltinum einar 20 metrar, tá føroyingarnir fóru í skjótálop. Hann spældi til Jóan Símun Edmundsson, sum royndi seg, men Maik Taylor vardi fyri.
60. min.: 1-0 TIL FØROYAR!!! Jóan Símun Edmundsson var feldur á brotsteigarmarkinum, tá bólturin brádliga lá fyri føturnar á Christian Lamhauge Holst, sum sneiddi tveir av í brotsteiginum og sendi bóltin niður í handara málhorn!! 1-0!
60. min.: 1921 áskoðarar eru á Svangaskarði í dag.
58. min.: Gestirnir trýsta nú. Føroyingarnir gera ov skjótt av, tá teir endiliga hava bóltin. Norður-Írland hevur flutt liðið longur fram á vøllin.
57. min.: Jákup Mikkelsen bjargar í serflokki!! Lafferty var hægstur aftaná innlegg úr vinstru, og hann stýrdi bóltinum í handara málhorn. Málverjin var skjóttur og tveitti seg og fekk akkurát hondina á!
54. min.: Innskifti David Healy royndi seg móti málinum, men Jákup Mikkelsen vardi fyri. Nær við, at framherjin legði Norður-Írland á odda.
50. min.: Norður-Írland hevur framt sína fyrstu útskifting. David Healy loysir Warren Feeney av.
49. min.: Christopher Brunt var nær við at leggja gestirnar á odda! Johan Troest Davidsen gleyð, tá bólturin varð spældur ígjøgnum, og Brunt var einsamallur við Jákup Mikkelsen. Brunt fór framvið málverjanum, men vinkulin varð ov spískur og hann sendi í síðunetið.
46. min.: Seinni hálvleikur er byrjaður.
46. min.: Hálvleikur, og støðan er 0-0. Føroyingarnir hava stríðst væl, og í løtum hava teir eisini spælt við á hálvuni hjá gestunum. Gestirnir hava verið meira á bóltinum, men Jákup Mikkelsen er ongantíð settur undir trýst. Kyle Lafferty hevur verið vandamesti maðurin hjá Norður-Írlandi, og hann hevur vunnið flestu luftbóltarnar móti Atla Gregersen. Føroyingarnir hava verið avgjørdir í verjuspælinum, og bólturin er sparkaður væl og virðiliga burtur, tá norðurírarnir eru komnir ov nær.
45. min.: Christopher Brunt var fyrstur á bóltinum aftaná innlegg úr vinstru, men hann stýrdi bóltinum í síðunetið.
41. min.: Gestirnir spældu runt inni í føroyska brotsteiginum í gott 40 sekund, áðrenn bólturin fór út til hornaspark. Føroyska liðið stóð fyri bóltinum allatíðina, so norðurírarnir ikki fingu skot á.
39. min.: Føroyar duga væl at draga leikferðina niður. Christian Lamhauge Holst royndi seg við frísparki úr 20 metrum íáðni, men hann rakti í manngarðin.
38. min.: Jónas Tór Næs hevur fingið gult kort.
32. min.: Jonny Evans royndi seg útifrá, men bólturin fór framvið málinum.
31. min.: Símin Samuelsen royndi seg úr 20 metrum, men Maik Taylor hevði ongar trupulleikar við at verja fyri. Føroyar er munandi betri við nú enn fyrstu løtuna.
30. min.: Erling Jacobsen, sum spælir sín fyrsta landsdyst, hevur staðið seg væl fyrsta hálva tíman. Bara einu ferðina eru gestirnir komnir ígjøgnum í høgru síðu.
28. min.: Hornaspark til Føroyar, men føroyingarnir framdu fríspark inni í feltinum, tá Daniel Udsen sendi bóltin innfyri.
27. min.: Christian Lamhauge Holst fekk bóltin á brotsteigarmarkinum, legði bóltin til rættis og royndi seg við skoti. Hóast Maik Taylor, málverjin, noyddist at tveita seg, so var ongantíð vandi á ferð. Nærmasta royndin hjá føroyingunum. Føroyar hava trýst gestirnir seinastu minuttirnar.
26. min.: Føroyar hava havt fyrstu royndina. Jóan Símun Edmundsson varð feldur góðar 20 metrar frá málinum, tá føroyingarnir fóru í skjótálop. Daniel Udsen royndi seg við beinleiðis frísparki, men hann sendi bóltin oman fyri málið.
22. min.: Tað eru gestirnir úr Norður-Írland, sum seta dagsskránna í løtuni. Føroyingarnir eru avgjørdir á egnari hálvu og sparka oftast bóltin burtur, tá gestirnir koma ov nær.
19. min.: Tað er trupult hjá føroyska liðnum at verja fyri Kyle Lafferty. Framherjin fekk gott pláss, tá hann royndi seg av brotsteigarinum, men Jákup Mikkelsen var til reiðar, og málverjin stýrdi bóltinum upp um málið og til hornaspark. Gestirnir fáa einki burtur úr hornasparkinum.
16. min.: Lafferty hevur havt sína triðju roynd á málið, men heldur ikki hesa ferð var Jákup Mikkelsen undir trýsti.
13. min.: Føroyska liðið er væl skipað í verjustøðu. Tað hevur hinvegin verið lítið bit í álopsspælinum fyrstu løtuna. Føroyingarnir stríðast væl.
9. min.: Atli Gregersen sparkar málspørkini í dag. Tað er líkt til, at Jákup Mikkelsen hevur onkran snudd, sum hevur við sær, at hann er ikki førur fyri at sparka málspark.
8. min.: Lafferty var aftur hægstur í føroyska feltinum, men heldur ikki hesa ferð var Jákup Mikkelsen settur undir veruligt trýst.
5. min.: Norður-Írland hevur havt fyrstu royndina. Christopher Brunt slapp framvið Erlingi Jacobsen og sendi bóltin inn í brotsteigin, har Kyle Lafferty stýrdi bóltin móti málinum við høvdinum. Jákup Mikkelsen hevði ikki stórvegis trupulleikar av at verja fyri.
Gestirnir hava verið meira á bóltinum fyrstu løtuna.
1. min.: Dysturin er byrjaður.
---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
Fjølmiðlar úr Norður-Írland, sum eru á Svangaskarði, undrast, tí fáir áskoðarar og lítil rómur er kring leikvøllin. Einastu áskoðararnir, sum av álvara gera um seg, eru teir úr Norður-Írlandi.
Brian Kerr hevur framt fleiri broytingar í byrjunaruppstillingini. Mest óvæntað er, at Erling Jacobsen úr Víkingi er við frá byrjan. Hann skal røkja uppgávuna sum bakkur í vinstru.
Símun Samuelsen og Jóhan Troest Davidsen eru tøkir aftur, og Hjalgrím Elttør er eisini við frá byrjan.
Bogi Løkin og Jústinus R. Hansen, sum byrjaðu inni í Slovenia, eru á beinkinum.
Føroyar - Norður-Írland 1-1 (0-0)
Dómari: Cyril Zimmermann, Sveis
Linjuverjar: Beat Hidber og Bruno Zurbrugg, Sveis
1-0: Christian Lamhauge Holst, 60.
1-1: Kyle Lafferty, 76.
FØROYAR: Jákup Mikkelsen ? Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Johan Troest Davidsen, Erling Jacobsen ? Símun Samuelsen, Fróði Benjaminsen, Christian Lamhauge Holst, Daniel Udsen, Hjalgrím Elttør ? Jóan Símun Edmundsson
Á beinkinum: Tórður Thomsen, Jústinus R. Hansen, Hendrik Rubeksen, Jann Ingi Petersen, Egil á Bø, Christian R. Mouritsen og Arnbjørn Hansen.
Venjari: Brian Kerr.
NORÐUR-ÍRLAND: Maik Taylor ? Gareth McAuley, Jonny Evans, Stephen Craigan, Chris Baird, Steven Davis, Niall McGinn, Kyle Latterty, Warren Feeney, Chris Brunt, Aaron Hughes
Á beinkinum: Jonathan Tuffey, Samuel Clingan, Corry Evans, David Healy, Grant McCann, Rory Patterson og Jonny Gorman.
Venjari: Nigel Worthington