Í morgin spælir føroyska kvinnulandsliðið fjórða dystin í HM-undankappingini, har teir fyrstu tríggir eru endaðir við stórtapum – 8-0 ímóti Kekkia, 8-0 ímóti Íslandi og seinast 11-0 ímóti stórtjóðini, Týsklandi.
Mótstøðuliðið í morgin er Slovenia, sum – eins og Føroyar – framvegis ikki hevur fingið nakað stig. Slovania hevur higartil spælt tveir dystir, og teir eru taptir 6-0 ímóti Týsklandi og 4-0 ímóti Kekkia.
Hóast bæði Føroyar og Slovenia stríðast og hvørki hava fingið mál ella stig, so er tað líkt til, at tað er ein greiður favorittur í dystinum í morgin. Tað er Slovenia, meta veddingarfyritøkurnar.
17 veddingarfyritøkur bjóða odds upp á dystin ímillum Slovenia og Føroyar, og tekur ein miðal-oddsini og umroknar tey til sannlíkindi, so er 80% møguleiki fyri at Slovenia vinnur dystin.
Tað merkir, at Føroyar – støddfrøðiliga – einans fáa stig einaferð út av fimm ferðum ímóti Slovenia. Møguleikin fyri javnleiki er 13%, og møguleikin fyri føroyskum sigri er einans 7%.
Hægsta oddsið upp á slovenskan sigur er 1,20 (1xBet), hægsta oddsið upp á javnleik er 8,00 (Bet3000) og hægsta oddsið upp á føroyskan sigur er 15,00 (BetVictor).
Føroyar og Slovenia spæla á Mestni Stadium í Ajdovscina, Slovenia, í morgin kl.13.00 føroyska tíð.