Congo er í veruleikanum tvey lond. Tað er fyrst og fremst ”demokratiska lýðveldið Congo”, fyrrverandi belgiskt Congo, sum er eitt av størstu londunum í Afrika. Víddin er um 2,5 mill. ferkilometur, sum er nærum 2.000 ferðir so stórt sum Føroyar, ella tríggjar ferðir so stórt sum Danmark, Noreg og Svøríki til samans. Síðan er tað lýðveldið Congo, sum er fyrrverandi franska Congo, og sum er nógv minni. Londini liggja hvør síni megin Congoánna.
Í hesi grein verður Congo skrivað við C. Tá tosað verður um Kongo við K, verður víst til stammuna Bakongo, sum er felagsnavnið fyri tey, sum meta seg sum kongofólk. Tey tosa málið kikongo, og búgva í báðum Congolondunum og í norðara part av Angola.
Hóast mørkini millum londini metir bakongofólkið seg sum eitt fólk, sum roknar sína søgu aftur til gamla Kongoríkið.
Bakongofólkið er eitt tað størsta fólkaslag í Congo, men har eru um 250 onnur fólkasløg í landinum. Tað eru fimm almenn mál í landinum, og franskt er eitt teirra.
Vælskipað land í miðøldini
Tað vóru nógv væl skipað samfeløg í landinum, og tað best kenda er Kongoríkið, sum portugisarar komu í samband við longu í 1482.
Í landinum var ein stór skipað framleiðsla av klæði, kopari og nógvum dagligdags vørum, sum til dømis salt. Kongostaturin var so framkomin, at hann kravdi inn skatt og toll. Hann hevði eisini eina miðstjórn og ein stóran her. Her var fýra daga vika, og fyrsti dagur í viku var frídagur.
So við og við varð skipað fyri einum stórum samhandli við Portugal, sum í síðsta enda førdi til, at Kongaríkið fall saman.
Sum fráleið gjørdist størsta handilsvøran nevniliga trælir, sum vórðu fluttir til Portugal og síðan í stórum tali yvir um hav.
Trælahandilin drenaði landið fyri arbeiðsmegi, og gekk hetta útyvir framleiðsluna. Hetta mátti sjálvsagt fáa ein ringan enda.
Tað sum var eyðkenni fyri fólkið í Congo var samanhaldið millum ættirnar í sonevndum klanum. Klanurin hevði ein oddamann, sum skipaði fyri at býta ríkidømið hjá ættini so javnt sum gjørligt, so tað gjørdist ikki tann stóri stættarmunurin.
Ikki trupulleikar við javnstøðu
Her var eingin trupulleiki við javnstøðu, í hvussu er ikki út frá einum konufólkasjónarmiði. Her var ættin ikki roknað eftir hvør var pápin, men hvør ið var mamman. Faðirættin var roknað tvey ættarlið aftur. Longri aftur hevði ongan áhuga. Meðan móðirættin var roknað so langt aftur sum tað bar til. Her roknaðu tey sostatt ikki við einum forfaðir men eini formóður! Og var tað hon, sum bant ættina saman.
Men so komu europearar og norðbúgvar
Alt hetta byrjar at broytast í 1800 talinum, tá ið europearar fáa eyguni á Congo. Teir vóru áhugaðir fyri einum marknaði uttan fyri Europa, men teir høvdu enn størri áhuga fyri at fáa hendur á teimum mongu ráevnunum í Afrika, sum gull og fílabein, og seinni eisini til dømis gummi.
Tað gjørdist eisini áhugi hjá europearum at kanna henda stóra heimspartin, sum eingin visti nakað um. Ikki minst var áhugin at finna keldurnar til tær stóru áirnar.
Ein tann kendasti í so máta var Henry M. Stanley. Hann átti ein stóran leiklut, tá ið europearar í 1885 býttu Afrika millum sín, og belgiski kongurin Leopold 2. fekk Congo í sín part.
Fyri at tryggja sær eftirlitið við Congo hevði Leopold brúk fyri sjófólki at sigla á Congoánni, sum var høvuðsfarleiðin í landinum. Hetta gjørdist ein møguleiki hjá nógvum sjómonnum úr Norðanlondum, sum fóru til Congo at sigla í stórum tali.
Congo fekk eina sera buldrasliga søgu heilt fram til okkara tíð. Belgiarar stýrdu landinum við harðari hond. Teir syrgdu nevniliga fyri, at nærum eingin skuldu fáa hægri útbúgving. Men hetta forðaði ikki fyri, at teir kortini vildu hava sjálvstýri, og tað fingu teir í 1960. Men hetta var illa fyrireikað og endaði við at forsætisráðharrin Lumumba varð myrdur. Tað gjørdist borgarakríggj, sum kostaði meira enn eini millión offur.
Í 1965 tók Mobutu valdið. Hann varð gjøgnumkorruptur og legði navn til eina stýrisskipan, sum kallast ”kleptokrati”. Hetta merkir, at teir ráðandi ríka seg upp av landsins ognum. Men Mobuto kundi brúkast av vesturheiminum, tí hann var roknaður sum trygd móti kommunismu í økinum. Tá ið Mobuto varð feldur í 1997 í einum uppreistri var landið á húsagangi, meðan Mobuto átti eins nógv av peningi sum øll uttanlandaskuldin hjá landinum. Tá tók Laurent Kabila við, og tá hann var myrdur, gjørdist sonur hansara Joseph forseti. Hesir uppreistrar kostaðu um 2,5 mill. fólki lívið.
Framvegis hoyrist um ófrið í landinum, men serfrøðingar halda kortini, at tað nú kanska gongur nakað framá aftur.
Áhugin fyri Congo vaknar
Áhugin á okkara leiðum fyri Congo byrjaði fyri nøkrum árum síðandi í samband við tað, sum kom fram um ræðuleikarnar undir stýrinum hjá Leopold kongi 1885-1908, og sum greitt varð frá í umrøddu røð í Miðvikuni.
Serliga gjørdist áhugin í Norðanlondum stórur, tí so nógvir norðurlendingar vóru í Congo tá. Teir hava vitað um tað, sum gekk fyri seg. Teir flestu hava bert verið áskoðarar. Nakrir hava verið í parti við maktini. So vóru tað nakrir fáir, serliga trúboðarar, sum royndu at gera vart við ræðuleikarnar og gjørdu tað, teir kundu, at hjálpa hesum kúgaða fólki.
Framsýningin
Fornminnissøvn í Norðanlondum hava havt nógvar lutir, sum norðurlendingar í Congo høvdu heim við sær. Men nú tóku tey sær fyri at gera eina serliga framsýning um Congo, sum skuldi ferðast til stóru norðanlondini. Her skuldi lýsast søgan um ”Norden i Congo – Congo i Norden”.
Í hesum sambandi hevur eisini verið prentað serligt kunningartilfar. Ein bók kallast Congospor, og so er gjørt eitt serligt undirvísingarhefti fyri skúlarnar.
Í hesum sambandi varð kannað, um Føroyar áttu nakað íkast til hesa søgu. Tað hevur verið alment kent, at Daniel Jacob Danielsen var trúboðari í Congo í 1901-03, og at hann var við at royna at bøta um viðurskiftini hjá fólkinum. Men hetta varð roknað fyri at vera so lítið ítøkiligt, at tað ikki fekk pláss á framsýningini.
Hendan framsýningin hevur so verið í teimum stóru norðanlondunum, og er nú í Gøteborg í Svøríki. Áhugin hevur verið sera stórur, og eini 250.000 fólk hava tilsamans vitjað. Framsýningin hevur eisini fingið nógva umrøðu í pressuni.
Okkara umboð í Congosøguni
Sjálvur kendi eg væl gravsteinin hjá Daniel í gamla kirkjugarði í Havn og hevði eisini roynt onkra slóð at fáa meira at vita. Men hetta miseydnaðist í fyrsta umfari. Men fekk so eina slóð, sum kallaðist Roger Casement, og tá kom gongd á málið. Hetta førdi til aðrar slóðir, sum so aftur førdu til hesa søgu, sum vit hava havt.
Hon er í stuttum, at Daniel í 1901 fer til Congo sum trúboðari, og virkar hann inni í landinum framvið Congoánni. Hann verður í 1902 ákærdur fyri harðskap móti teimum innføddu, sum arbeiða fyri hann, og hann verður kallaður heim til Bretlands. Á vegnum heim oman eftir Congoánni fær hann boð um at heimkallingin er afturtikin, tí ákærurnar hava víst seg at vera falskar. Tá er tað, hann hittir Roger Casement, sum av bretsku stjórnini var biðin um at kanna søgurnar um yvirgang móti fólkinum. Casement biður Daniel til maskinmeistara og skipara á tí missiónsbáti, sum hann hevur leigað til hetta endamál. Hetta ger Daniel til ein part av heimssøguni, sum tá var. Hann gjørdist nevniliga fremsta álit á hesi truplu ferðini hjá Casement, hvørs frágreiðing til bretsku stjórnina gjørdist byrjanin til endan á ognarskapinum hjá Leopold kongi til Congo, sum hann mátti geva frá sær í 1908.
Daniel kemur aftur til Bretlands í 1903. Tá fer hann í holt við at kunna almenningin um støðuna í Congo á fundum og bløðum. Hetta setir hann í samband við tann fremsta stríðsmannin á hesum øki, Edmund Morel, sum er ein annar høvuðspersónur í hesi søk. Tað verður sagt, at hetta var fyrsta mannarættindarørsla í heiminum, og her var ”okkara maður” í fremstu røð frá byrjan av.
Daniel kunnaði eisini føroyingar um hesi viðurskift í 1904. Eitt blað, sum eisini hevði eina greiða meining um óskilið í Congo, var Tingakrosssur við Kristin í Geil sum blaðstjóra.
Umrødda greinarøð er gjørd í samstarvi við fremstu serfrøðingar í hesi søgu. Teir eru Espen Wæhle úr Noregi og Séamas O. Síochain úr Írlandi. Teir eru báðir ovfarnir um tað, sum tað er eydnast at fáa fram um Daniel. Nú verður hann viðurkendur sum ein týðandi partur av søguni hjá norðanlondum í Congo.
Føroyar koma upp í part
Nú er hent tað, at tey fornminnissøvn, sum hava skipað fyri umrøddu ferðaframsýning, arbeiða við ætlan at fara út um norðanlondini við henni. Tað mest áhugaverda er, at ætlanin er at fara til Congo við framsýningini. Sendiharrin hjá fyrrverandi fronskum Congo hevur enntá áhuga fyri at hava eitt permanent savn um hesa søgu í høvuðsstaðnum Brazzaville.
Ætlanin er eisini, at hon skal fara til Belgia og Frankaríki, sum eru tey lond í Europa sum hava verið mest knýtt at Congo.
Tað áhugaverda er, at Føroyar eru bodnar at vera við í hesi verkætlan. Nú hava vit nevniliga eina søgu at vísa á! Hetta krevur nú bæði tíð og fyrireiking.
Teir stovnar, sum eru ætlaðir at standa aftanfyri verkætlanina eru:
Statens museer för världskultur/Etnografiska museet í Stockholm.
Riksutställningar.
Nationalmuseet í Köbenhavn/Etnografisk samling.
Kulturernas museum í Helsingfors.
Universitetets kultur-historiske museum/etnografisk sekjon í Oslo.
Føroya Forminnissanvn
Sendiharrin hjá republikkini Kongo í Norrønu londum M. André Hombessa.
Verkætlanin er ætlað at vera sett i verk árini 2008-2011, og nú verður søkt um stuðul til tess. Hetta er fyrst og fremst frá norrønum grunnum.
Tað er eisini settur ein arbeiðsbólkur at arbeiða við málinum. Ein nevndarlimur er umrøddi Espen Wæhle.
Fyrsta stigið er ein fundur, sum verður hildin í Gøteborg 12.mai. Her verður partvíst gjørd ein eftirmeting av framsýningini, sum verið hevur. Síðan skal tosast um ætlanina um at fara longur út í heim við framsýningini.
Føroyar eru bodnar við til hendan fundin og fara eisini at luttaka. Tá er ætlanin at geva eina nærri lýsing av okkara íkasti til komandi framsýning. Nevnliga søgan um Daniel Jacob Danielsen, sum nú alment kemur í søguna, sum ein, ið tordi opið at seta seg uppí móti sjálvum konginum í Belgia.