- Tað er nú ella aldrin. Fáa vit ikki oyggjaleikirnar í 2019, fáa vit teir ikki hesa næstu minst 30 árini.
So avgjørdur er Petur Elias Petersen, forseti í ÍSF.
Føroyar ætla at bjóða seg fram at verða vertur fyri Oyggjaleikunum í 2019.
Umsóknin skal sendast nú í heyst, áðrenn september mánaði er farin og á aðalfundi í altjóða Oyggjaleikanevndini í juli næsta ár, verður avgerðin tikin um, hvør skal fáa leikirnar í 2019.
Fyri at fáa leikirnar, skulu vit hava fingið ymisk viðurskifti í rættlag í seinasta lagi á aðalfundinum um eitt ár.
- Tann størsta avbjóðingin er um vit klára at veita aðalfundinum í Oyggjaleikunum næsta ár fulla trygd fyri, at vit hava ein golfvøll kláran til leikirnar í 2019.
Petur Elias Petersen leggur afturat, at tað eru mong í boðið um at fáa oyggjaleikirnar
- Vit hava bara hetta eina skotið í byrsuni. Fáa vit ikki leikirnar nú, fáa vit teir heldur ikki aftur á okkara døgum, tí so ganga minst 30 ár, áðrenn vit aftur koma upp á tal, sigur hann.
Golf er eitt krav
Petur Elias Petersen sigur, at formliga er tað ikki eitt krav, at vertslandið fyri oyggjaleikunum skal hava golfvøll.
- Men í veruleikanum er tað eitt krav, tí golf er so stór ítróttargrein, at tey lond, sum ikki kunnu seta golf á skrá, fáa ongar oyggjaleikir, so einfalt er tað.
- Tí er golfvøllur ein avgjørd fortreyt fyri at fáa leikirnar til Føroya.
Og trygdina fyri, at vit hava ein golfvøll kláran í 2019, skulu vit kunnu leggja fram á aðalfundinum í oyggjaleikunum longu næsta summar, tá ið tað verður avgjørt, hvør skal hava leikirnar í 2019.
- Tá skulu fyrireikingarnar verða komnar so mikið langt longu tá, at vit skulu vera farin undir arbeiðið at gera hann næsta summar.
Og tá ið Petur Elias Petersen tosar um at vit skulu vera farin undir arbeiðið at gera golfvøll, meinar hann tað heilt bókstaviliga.
- Tá skulu maskinurnar hava sett á at grava. Tað er ikki nógv mikið at varta upp á aðalfundinum við tekningum og lyftum, tí pappírið er takksamt, leggur hann afturat.
- Í Oyggjaleikanevndini trúgva tey ongum, fyrrenn tey síggja við egnum eygum, at vit hava sett á at grava.
- Samstundis er eisini greitt, at golfvøllurin skal vera liðugur í allarseinasta lagi á sumri í 2018, ella helst í 2017, tí eftir at hann er liðugur, skal hann liggja órørdur í ímeðan lendi setir seg og grønkar.
Koma í tíðarneyð
Sostatt má eisini staðfestast, at vit eru so smátt við at koma í tíðarneyð.
Nú hava vit eitt ár eftir til vit skulu vera farin at grava fyri golfvøllinum.
Men enn eru næstan eingi viðurskifti fingin í rættlag.
Í hesum sambandi vísir hann á, at fíggingin er ein ovurstór avbjóðing, men hon er hon er heldur ikki avgreidd.
Petur Elias Petersen ásannar, at íløgan er so mikið stór, at Tórshavnar Kommuna lyftir hana ikki einsamøll.
- Tí er tað neyðugt, at landið fíggjar ein part av golfvøllinum.
Í øllum førum hugsar hann sær, at Tórshavnar Kommu verður frítikin fyri mvg í sambandi við byggingini aftur, so at vøllurin verður bíligari.
Men serliga hugsar hann um lendi til vøllin.
Vøllurin krevur eitt øgiligt økið á einar einar 600.000 fermetrar og Petur Elias Petersen sær fyri sær, at Tórshavnar kommuna í minsta lagi fær lendið ókeypis.
Men tað tað er ein spurningur, sum kann taka tíð at avgreiða.
- Tað er ikki ókent, at slík mál taka sína tíð, men vit mugu bara vóna, at maskinurnar eru settar á at grava fyri golfvøllinum tá í evstamarkið fer í juli næsta ár.
Samráðingar um fígging og um lendi, kunnu taka drúgva tí og vit hava sæð tað fyrr, at har almennir myndugleikar eru við, kann tað taka rættiliga drúgva tíð.
Tí mælir Petur Elias Petersen til, at Løgtingið beinleiðis samtykkir eina verklagslóg, sum ásetir, at eitt ávíst øki verður latið til golfvøll og, hvussu stóra upphædd festarin skal hava í endurgjaldi.
Annars sær hann fyri sær, at tingingar kunnu draga út við hoyringsfreistum og kærumøguleikum og áðrenn vit vita av, er tíðin farin.
Sjálvur er hann vónríkur, at tað eydnast og at tað almenna eisini tekur eitt tak.
- Bæði løgmaður og landsstýrismaðurin í mentamálum hava alment váttað fyri altjóða Oyggjaleikanevndini, at almennu Føroyar stuðla eini føroyskari fráboðan um at vit bjóða okkum fram at hýsa leikunum í 2019, sigur Petur Elias Petersen og tí væntar hann, at tað eisini vísir seg, at talan ikki bara er um orð, men at tað eisini fer at verða víst í verki.
- Men nú skal berast skjótt at, sigur ÍSF Forsetin.
LES EISINI GREININA Golfvøllurin á Glyvursnesi tríggjar ferðir dýrari enn mett